Tíðindasavn


11.09.2015 Nýggjur og ókeypis læringarportalur til øll Norðurlond

Norðurlond í skúlanum ”Norden i Skolen” er ein ókeypis læringarportalur, sum gevur lærarum og næmingum í øllum Norðurlondum heilt nýggjar møguleikar at arbeiða við norðurlendskum málum og mentanum, eisini veðurlagi og náttúru.


Læringarportalurin vendir sær til fólkaskúla og miðnámsútbúgvingar og vann í 2011 eina virðisløn hjá norðurlendsku samstarvsráðharrunum fyri at hava ment eina verkætlan, sum styrkir fatanina fyri grannamálunum donskum, norskum og svenskum millum børn í øllum Norðurlondum. Verkætlanin er ikki-vinnulig.
 
 
Norðurlond í skúlanum er býtt upp í tvey høvuðsøki: ”Mál & Mentan” og ”Veðurlag & Náttúra”. Bæði høvuðsøkini hava eitt stórt úrval av spennandi tilfari, har arbeiðsuppgávur fylgja við, sum stuðla fakliga settum málum í øllum norðurlendskum læringarætlanum. Á portalinum finnur tú alt frá vinarflokkum og kjattmøguleikum til stuttfilmar, bókmentir, spøl og kappingar. Hygg sjálv/ur á www.nordeniskolen.org

   Nýggjur og ókeypis læringarportalur til øll Norðurlond Aftur


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.