Tíðindi/Greinar

24.06.2020

Tíðaravmarkaðu størvini sett

So er aftur tíðin, tá lýsingar, umsóknarfreistir, setanarsamrøður og annað er ella hevur verið á skránni. Hetta er ein stríggin tíð hjá teimum, sum eru í tíðaravmarkaðum starvi. Eisini er hetta ein stríggin tíð hjá teimum, ið møguliga aftur skulu skifta starvsfelagar. Jona Højsted, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Eg havi á hvørjum ári, síðan eg kom í nevnd Føroya Lærarafelags, víst á, at tað ikki er nøktandi, at so nógvir lærarar arbeiða undir so ótryggum viðurskiftum. Eg havi havt starvsfelagar, ið eru arbeiðssamir og dugnaligir, og hóast eingin ivi átti at verið í, um starv var á skúlanum komandi skúlaár til teirra, so er hetta altíð ein ótrygg tíð.

Vit, sum hava verið í føstum starvi eina tíð, hava kanska lætt við at gloyma, hvussu ørkymlandi hendan tíðin var. Onkur hevur als ikki roynt hetta, og tá er kanska ikki lætt at skilja, hvussu støðan hjá lærarum í tíðaravmarkaðum starvi er.

Tað er hugstoytt at síggja dugnaligar lærarar hugsa óskynsamt um sínar egnu førleikar. Tað er tó altíð hendan óvissan um starv, ið stingur seg upp, sum ger, at lærarar fara at ivast. Hóast eg havi roynt at spurt meg fyri, so havi eg enn ikki fingið greiðu á, hví lærarar skulu til setanarsamrøðu ár eftir ár á sama skúla. Fyrsta setanarsamrøðan má til fyri at finna fram til, um hetta er eitt starv, ið passar læraranum, og um lærarin passar til skúlan. Næsta árið kann vera gott við eini setanarsamrøðu, har lærarin fær møguleika at vísa á, hvar hann metir seg vera til best gagn fyri skúlan og ymiskt annað. Eftir tvey ár á sama skúla, átti ikki at verið neyðugt við setanarsamrøðum.

Tó at skúlar hava tíðaravmarkað størv vegna farloyvi, resttímar og annað, eigur tað ikki at vera ótygt at arbeiða í hesum størvum. Tað kann ikki vera rætt, at lærarar arbeiða undir hesum viðurskiftum og ár eftir ár kenna seg ótryggar í sínum starvi.

Hóast eg ár eftir ár havi víst á hendan trupulleikan í arbeiðsviðurskiftunum, so sýnist tað sum um, at hetta er ein trupulleiki, ið ikki er einfaldur at loysa. Sjálv haldi eg ikki, at tað átti at verið nakað til hindurs fyri, at lærari, ið hevur verið í starvi í tvey fylgjandi ár á sama skúla, hevur starv á skúlanum eftirfylgjandi ár, um so er, at tímajáttanin loyvir tí. At arbeiða í royndartíð er tann tíðin arbeiðsfólk og leiðsla hava, til at finna fram til, um hetta er rætta starvið ella rætta fólkið til starvið. Lærarar í tíðaravmarkaðum starvi arbeiða undir somu viðurskiftum sum royndartíð í áravís, hóast hetta vanliga ikki er longri enn 3 mánaðir. Vónandi fara vit við tíðini at finna eina loysn, sum betrar um viðurskiftini hjá hesum lærarum.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan