Tíðindi

Tvey átøk um happing

Fólkaskúlaráðið hevur fingið í uppgávu at kanna nærri og koma við tilmælum um, hvat kann gerast fyri at minka um happingina.

25.06.2020

Í januar vóru Mentamálaráðið og nývalda Fólkaskúlaráðið, sum landsstýrismaðurin við skúlamálum hevur valt, á fundi. Ráðið hevur sum uppgávu at ráðgeva landsstýrismanninum í ymsum málum, og millum málini, sum tosað varð um á fundinum, vóru trivnaður og happing. Jenis av Rana sigur, at Fólkaskúlaráðið hevur fingið í uppgávu at kanna nærri og koma við tilmælum um, hvat kann gerast fyri at minka um happingina. Samstundis kunnu skúlarnir nú fáa eyka tímar at gera kanningar og annað burtur úr økjum sum eitt nú happing við at senda umsókn til Nám. Tvey átøk ímóti happing eru í gongd í løtuni.

10 tilmæli at basa happing
Arbeiðsbólkurin, sum gjørdi trivnaðarkanningina í fjør, hevði niðurstøðuna, at arbeiðið at fyribyrgja og steðga happing støðugt skal halda fram. Bólkurin kom í hesum sambandi við 10 tilmælum, men har er ikki hent tað stóra enn hesum viðvíkjandi. Landsstýrismaðurin við skúlamálum hevur tó hugt at tilmælunum, og av teimum 10 tilmælunum eru tað serliga trý, ið hann ætlar at seta í verk beinanvegin, sigur hann. Ein trivnaðarvegleiðari skal setast í Námi, skipað skal verða fyri einum anti-happingardegi á hvørjum ári, og ein trivnaðarkanning skal gerast hvørt ár saman við landsroyndunum.

– Eg fari at raðfesta hesi trý økini fyrst og fremst. Hetta eru tey mest ítøkiligu tilmælini, sum man kann síggja úrslit av her og nú, sigur Jenis av Rana.

– Tað fyrsta, vit fara at gera, er at seta trivnaðarvegleiðaran í starv, og vit hava pengar til eitt hálvtíðarstarv. Viðkomandi fær so sum uppgávu at skipa fyri hinum báðum málunum, og trivnaðarvegleiðarin kann eisini arbeiða víðari við hinum tilmælunum, sum arbeiðsbólkurin kom við, sigur Jenis av Rana og fortelur víðari um árliga anti-happingardagin, sum eisini skal skipast fyri.

– Tað hevur stóran týdning at varpa ljós á happing, og tað kann ein tílíkur dagur vera við til. Við hesum verður anti-happing eitt tema ein heilan skúladag eina ferð um árið, har børnini verða mint á, hví man ikki skal happa. Samstundis er hetta ein máti at vísa teimum, í hvussu stórum álvara happing verður tikin, sigur landsstýrismaðurin.

Higartil eru trivnaðarkanningar ikki gjørdar hvørt ár, men tað skal broytast nú, soleiðis at tað verður gjørt hvørt ár saman við landsroyndunum.

– Tað er eitt sera gott hugskot, tí so ber tað betur til at fylgja gongdini og samanbera gongdina frá ári til ár, sigur Jenis av Rana.

Hvussu alt hetta verður skipað reint praktiskt, er ikki heilt greitt enn, men tað verður allarhelst nýggi trivnaðarleiðarin, sum skal standa fyri at skipa hetta.

Les alla samrøðuna við Jenis av Rana í Skúlablað nr 2, 2020, sum júst er komið.

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.