Tíðindi

Tulk við á foreldrafund í barnagarði ella í skúla

Útlendingastovan samskipar tulkatænastu

18.10.2018

Útlendingastovan hevur síðsta árið samskipað tulkatænastu í ymiskum samanhangum. Hetta hevur verið í sambandi við foreldrafund í barnagarði ella í skúla, í samband við heimavitjan hjá heilsusjúkrasystir hjá Gigni og líknandi.

Í Føroyum búgva fleiri persónar, ið taka á seg tulkauppgávur, t.d. í Føroya Rætti. Men ikki altíð er viðkomandi tulkur tøkur í dagtímunum. Tí er avtala gjørd við danska tulkafyritøku, ið hvørja viku hevur fleiri tulkauppgávur. Talan er um telefontulking og tosað verður danskt, sum síðan verður tulkað. Higartil hava fleiri roynt hendan møguleikan við góðum úrsliti.

Útlendingastovan tekur sær ikki av rokningini, men tað er stovnurin ella myndugleikin, ið biður um tulkatænastuna, ið skal taka støðu til hvør skal gjalda.

Um mann hevur tørv á hesi tænastu, skal mann seta seg í samband við Útlendingastovuna á telefon 357979 í góðari tíð frammanundan eini møguligari samrøðu, gjarna 1-2 vikur. Fleiri upplýsingar eru at finna á heimasíðuni www.utlendingastovan.fo.

Tíðindaskriv


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.