Tíðindi

Tríggir næmingar í hvørjum flokki duga ikki pluss og minus

Kortini er ikki lætt at fáa fatur á góður granskingargrundaðum undirvísingargongdum til hesi børnini.

17. januar 2020

Flestu okkara hava hoyrt um dysleksi og orðblindi og kenna onkran, sum hevur tað. Tað er ikki líka kent í almenninginum – heldur ikki millum lærarar – at trupulleikar í støddfrøði er líka vanligt sum lesitrupulleikar.

Skúlaárið 2016/2017 fór 22 prosent av næmingunum í 10. flokki í Noregi út úr skúlanum við karakterinum 2 ella minni í støddfrøði. Frá almennari síðu hevur tað síðan 2015 verið arbeitt við at bøta um úrslitini í støddfrøði, og tey flestu vita, at tað krevur próvtalið 4 í støddfrøði at gerast lærari (í Noregi). Men nógv stríðast framvegis við støddfrøði, hóast nógv tiltøk eru sett í verk at bøta um viðurskiftini. Gransking vísir, at umleið 15 prosent av vaksnum stríðast við tøl. Tey hava stórar trupulleikar av, at tey ikki vita, at tá ið tey rinda við 50 krónum, eiga tey at fáa 20 krónur aftur, og at vøran kostar 30 krónur. Sambært norskum hagtølum eru tríggir næmingar í hvørjum einasta flokki í Noregi, sum ikki duga pluss og minus.

Ein orsøk til, at trupulleikar í støddfrøði ikki er líka nógv umrødd og kent sum trupulleikar í lesing, er, at tað er minni granskað, samanborið við í orðblindi. Skúlum vantar tí góðar granskingargrundaðar undirvísingargongdir fyri næmingar, sum stríðast í støddfrøði. Í Noregi var tað til 2015 bara ein serfrøðingur á økinum, Snorre Ostad, sum nú er professari. Tí hevur Instituttið fyri sernámsfrøði við Universitetið í Oslo lagt dent á støddfrøði. Millum annað hevur Anita Lopez-Pedersen, vegleiðari, fleiri masterlesandi, sum arbeiða við evninum.

- Tað er ógvuliga gleðiligt, at fleiri lesandi hava hug at skriva ritgerð um trupulleikar við støddfrøði, sigur Lopez-Pedersen.

- Fleiri kanningar, sum hava fylgt børnum yvir tíðarskeið, vísa, at børn, sum hava vánaligar førleikar í støddfrøði við skúlaársbyrjan, eisini hava vánaliga førleikar í støddfrøði, tá ið tey fara úr skúlanum, sigur hon.

Tí er støddfrøðilærugreinin bygd upp hierarktiskt. Børn, sum ikki megna eitt øki, hava trupulleikar at ogna sær førleikar í einum øðrum øki. Orsakað av hesum halda granskarar, at næmingar við støddfrøðitrupulleikum menna seinni sínar støddfrøðiførleikar samanborið við aðrar næmingar.

Tey masterlesandi brúka dátu frá doktararitgerðini hjá Lopez-Pedersen. Her hava hon og starvsfelagar hennara gjørt eitt tiltak í støddfrøði fyri næmingar í fyrsta flokki. Tey eru virkin farin inn og hava styrkt teir mest týðandi førleikarnar, sum eru umráðandi fyri at kunna mennast í støddfrøði. Fyrst arbeiddu tey intensivt í 8 vikur, har næmingarnir vóru í bólki og hvør sær. Síðan møttust næmingarnir í bólki í 6 vikur eina ferð um vikuna fyri at halda tað við líka, sum tey høvdu lært. 120 næmingar tóku lut í kanningini; 400 av næmingunum vóru síðan snarkannaðir og bólkaðir at vera næmingar við vánaligum førleikum í støddfrøði.

Iris Nordmo Kvammen er ein av teimum masterlesandi sum granskar í støddfrøðitrupulleikum. Hon hevur kannað sambandið millum støddfrøðitrupulleikar og arbeiðsminni. Arbeiðsminni merkir evnini at goyma og arbeiða við upplýsingum samstundis. Til dømis hoyrdu børnini setningin ”appilsinir hava oyru”. So skuldu tey svara, um tað er rætt ella skeivt at siga so. At enda skuldu tey endurtaka síðsta orðið í setninginum. Eftirsum at barnið ikki minnist ”oyru”, hevur orðið ikki sett seg í arbeiðsminnið. Kvamman hevur sæð í granskingarbókmentum, at tað kunnu vera fleiri orsøkir til, at ein næmingur hevur grundleggjandi trupulleikar í støddfrøði, har veikt arbeiðsminni er eitt.

Úrslitini vístu, at arbeiðsminni ávirkar sokallaðu aritmetisku førleikarnar, tað við siga at duga pluss og minus.

- Tað er áhugavert at finna út av hesum, tí næmingar við trupulleikum í støddfrøði ofta brúka óbúnar hættir og tilgongdir, tá ið teir rokna, og tí eru teir aftan fyri javnaldrarnar, tá ið talan er um menning, sigur Kvammen.

Óbúnir hættir vil siga, at børnini framhaldandi telja á fingrunum, meðan onnur rokna sama støddfrøðistykki í høvdinum. Tað kann vera tí, at barnið stríðist við at taka einføld roknistykki fram úr minninum.

Kelda: forskning.no

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.