Tíðindi

Tey 10 ára gomlu í stórum kommunum duga best at lesa

Ein nýggj norsk kanning vísir, at næmingar í stórum kommunum duga betur at lesa enn næmingar í lítlum kommunum, eisini tá lagt er upp fyri útbúgvingarstiginum hjá foreldrunum og sosialu bakgrundini hjá næmingunum. Úrslitið undrar granskarar

12.01.2018

Hetta kemur fram í nýggjari kanning, sum 4300 næmingar í 5. flokki í 160 norskum skúlum hava tikið lut út; kanningin er partur av stóru lesikanningini PIRLS 2016.

Altjóða miðalið fyri kanningina í 2016 er 500 stig. Næmingar í kommunum í Noregi við meiri enn 100.000 íbúgvum skora 576 stig, næmingar í kommunum við í 15.000 til 100.000 íbúgvum skora 564 stig, meðan næmingar við færri enn 15.000 íbúgvum fáa 551 stig. Tilsvarandi munir eru í talgildu royndini, ePIRLS, sum kannar, hvussu næmingarnir eru fyri at lesa tekstir á netinum.

Tað er undranarvert, at tað eru munir á lesiførleikunum hjá næmingum grundað á, hvar teir búgva, heldur Egil Gabrielsen, verkætlaðarleiðari fyri PIRLS í Noregi.

– Munurin er størst, um tú samanber millum tær størstu og tær minstu kommunurnar. Tað er eisini galdandi, tá tað er lagt upp fyri útbúgvingarstiginum hjá foreldrunum og sosialu bakgrundini hjá næmingunum. Hetta bendir á, at nógvir næmingar, serliga í teimum lítlu kommununum, fáa eitt verri undirvísingartilboð í týdningarmestu lesiinnlæringini, sigur hann.

Norski skúlin leggur stóran dent á, at allir næmingar skulu inkluderast í sosiala felagsskapin, við javnbjóðis umstøður fyri positivari menning av kunnleika og hugburði.

Munirnir í lesiførleika samsvara ikki við endamálið við eindarskúlan, sigur Gabrielsen.

Hvørjar eru so orsakirnar? Granskararnir hava ikki funnið nakað eintýðugt svar uppá, hví so stórir munir eru. Teir hava kannað sosialu bakgrundini hjá næmingum í bý og bygd, og teir meta, at hon spælir inn. Tað er vælkent, at útbúgvingarstigið hjá foreldrunum og sosiala bakgrundin hava týdning fyri lesimenningina, og tað eru nógv fleiri foreldur við høgum útbúgvingum í býunum enn á bygd. Men tá granskararnir hava lagt upp fyri hesum, vóru munirnir framhaldandi til staðar. Næmingabólkar við væl útbúnum foreldrum og sum búgva í heimum við meiri enn 100 bókum, sum granskarin brúkar at geva mynd av sosialu bakgrundini hjá børnum, klára seg betur í størri kommununum enn sami næmingabólkur í minni kommunum.

Gabrielsen leggur áherðslu á, at vit skulu vera varin at peika út orsakir. Men tilgongdin til skikkaðar lærarar kann vera ein møgulig frágreiðing. Nógv, sum ikki hava útbúgving sum lærari, arbeiða í norska skúlanum. Tøl frá 2015/2016 vísa, at meiri enn 3500 fólk, sum ikki eru læraralærd, arbeiddu í norska skúlanum skúlaárið 2015/2016.

Ein spurnarunda, sum norska sjónvarpið gjørdi í fjør, vísti, at tað er trupult at fáa og varðveita vælskikkaðar lærarar í kommunum við færri enn 5000 íbúgvum.

Kelda: forskning.no

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.