Tíðindi/Greinar

24.01.2023

Tað góða fríkorterið

Vit merkja, at næmingarnir brúka orkuna øðrvísi enn, tá tey vanliga eru í fríkorter. Eyðbjartur S. Skaalum, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Seinastu vikuna hevur valdað ein serlig tøgn, serliga í hádeildini í Skúlanum á Argjahamri. Sum garðvaktur hevur tað verið heilt serstakt at verið saman við næmingunum í fríkorterunum. Næmingarnir hava flokkast rundan um borðini í stóru gongini, og tá ikki rúm var har, eru borðini í flokshølinum nýtt til at telva. Sum orðatakið so væl sigur, ”mangir leikir eru í longum talvi,” mugu vit á Argjahamri ásanna, at hetta er so. Fríkorterið er ov stutt til góðu leikirnar í talvinum. Hetta fegnast vit sjálvsagt um.

Vit hava vísindalig prógv fyri, at talv styrkir okkum sum menniskju. Serliga er tað hugsunarhátturin, ið verður styrktur við talvi. Við talvi økja vit okkara bindindi, læra at vera hugbundin, vit læra at hugsa kritiskt, vit læra okkum at hugsa um tað, ið hendir, og skulu samstundis klára at vera eitt ella fleiri fet framman fyri mótstøðuleikaran. Vit skulu vita, hvat vit gera næst.

Allir lærarar fáa gagn av næmingum, ið telva. Førleikarnir, vit venja og læra í talvi, styrkja næmingarnar í tann mun, at teir lættari kunnu ogna sær vitan, duga at brúka tað, teir læra, og samstundis duga at sálda frá, og førleikin at minnast verður eisini styrktur. Vit merkja, at næmingarnir brúka orkuna øðrvísi enn, tá tey vanliga eru í fríkorter.
Næmingarnir geara niður og setast við borð og hugsavna seg um spælið – um leikin, tey eru í.
Hetta er eitt sera gott spæl fyri næmingarnar, sum hava trupult við at hugsavna seg í gerandisdegnum. Teir venja og økja um evnini at hugsavna seg, uttan teir eru varugir við hetta.

Umframt tað, at næmingarnir gerast fakliga sterkari, tá teir telva, so eru eisini greinar, ið vísa, at talv økir um trivnaðin hjá næmingunum.

Vit á Argjahamri eru so heppin, at vit í 2., 3., og 4. flokki hava ein tíma við talvi á tímatalvuni. Hetta varð sett í verk við skúlaársbyrjan, og hetta vísir seg at hava eydnast sera væl. Næmingarnir eru hugagóðir og sita gleðiliga og telva, hvønn tíma, hetta er á skránni.

Hesin friður hevur valdað seinastu nógvu vikurnar. Stutt eftir skúlaársbyrjan keyptu vit ymisk borðspøl, sum eru egnað til aldurin á næmingunum í hádeildini, og sum egna seg at spæla eitt fríkorter.
Næmingarnir hava verið sera ágrýtnir at sleppa fram at borðspølunum. Teir hava spælt floksvís og eisini tvørtur um flokkar.
Hesi borðspølini hava verið við til at skapa frið og betri trivnað millum allar næmingarnar í hádeildini.

Eingin næmingur gremur seg longur um, at tey keða seg, at tey ikki sleppa at brúka skíggja í fríkorerinum osfr.

Sum skúli klaga vit als ikki um henda lukustrupulleika, at næmingarnir ikki vilja inn aftur í stovuna, tí spælið ikki varð liðugur, áðrenn tað ringdi inn aftur. Vit fegnast um, at næmingarnir hava tikið so væl ímóti borðspølunum, gleðast um, hvussu væl hetta riggar, og fegnast somuleiðis um góðu íløguna, leiðslan hevur gjørt, við at seta talv á tímatalvuna í yngru flokkunum.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan