Tíðindi

– Tað er ikki spæl, um vit ikki kunnu spæla

Er spæl, sum lærarar stýra, í grundini spæl? Tað halda næmingar í fyrsta flokki ikki. Frítt spæl í skúlanum kann vera við til at styrkja floksmentanina og felagsskapin, heldur granskari.

03.05.2024

Tá ið børn í barnagarðsaldri seta orð á, hvat spæl er, so siga tey, at tað, sum eyðkennir spælið, sum tey spæla í barnagarði, er, at tað er frítt, og at tey sjálv sleppa at ráða yvir, hvat hendir og hvussu tað hendir. Hetta spælið er við til at geva teimum ein felagsskap við onnur børn, siga tey. Men tá ið børnini fara í fyrsta flokk, møta tey eini aðrari siðvenju, tá ið talan er um spæl. Tað sigur norskur granskari. Hann vísir til norsku námsætlanirnar fyri yngstu næmingarnar, har spæl er nevnt, men ofta í sambandi við lærarastýrt virksemi.

Maja Reinåmo Olsson er granskari við Instituttið fyri læraraútbúgving á NTNU. Hon hevur ofta vitjað í fyrsta flokki sama heystið, sum næmingarnir eru byrjaðir í august. Tá hevur hon eygleitt næmingarnar og tosað við teir um týdningin av fríum spæli umframt, hvat spæl hevur at siga fyri teir, og hvat teir seta í samband við frítt spæl.

– Heystið í fyrsta flokki er rætta tíðin at kanna, hvat næmingarnir skilja við frítt spæl, tí tá eru minnini frá barnagarðinum fesk, og teir kunnu samanbera spæl í barnagarðinum við spæl í skúlanum, sigur granskarin.

Maja Reinåmo Olsson eygleiddi flokkar og tað, næmingarnir gjørdu, vanligar skúladagar. Talan var um 60 næmingar í forskúla og fyrsta flokki.

Spæl á tímatalvuni

Í Norðurlondum er siðvenja at leggja stóran týdning á spæl í barnagarði. Í barnagarði verða spæl og læring samantvinnað. Námsfrøðingar í barnagørðum gera mangan ikki mun á, um tað, sum hendir, er spæl ella læring. Í skúlanum er øðrvísi.

– Tað fría spælið er týdningarmikið, um børn skulu hava tað gott. Tað at hava tað gott er tongt at at hava tað stuttligt, kenna seg trygg, vera við til at gera av, hvat hendir í gerandisdegnum og at vera inkluderaður í einum felagsskapi við onnur børn, sigur Olsson.

– Tað kann av og á virka sum um, at spæl eigur at broytast, tá ið børn byrja í skúla, men fyri børnini sær ikki út til, at fatanin av, hvat spæl er og ikki, broytist. Í øllum førum ikki alt fyri eitt, sigur hon.

Granskarin sigur, at tað, sum í veruleikanum broytist, eru karmarnir fyri spæli.

Í skúlanum eru færri vaksin fyri hvørt barn, fleiri børn og størri væntanir til tað, sum børnini skulu fáa burtur úr læringini. Hetta ger, at tøka tíðin og plássið fyri spæli minkar.

– Fleiri skúlar velja kanska ikki at hava spæl, tí teir muga raðfesta tað, sum kann mátast. Kanska tað neyðugt at minka eitt sindur um annað fyri at kunna geva pláss fyri spæli og spælandi barnafelagsskapinum, heldur Olsson.

Á tímatalvuni í fyrsta flokki kann spæl onkuntíð vera ein tími fyri seg. Granskingin hjá Olsson og eldri gransking á økinum vísir, at tað er ikki uttan trupulleikar, tá ið vaksin leggja til rættis og gera av, hvat innihaldið í spælinum skal vera. Ein vaksin agenda í spælinum kann ikki altíð sameinast við fatanina hjá barninum av, hvat spæl er.

Drongur í fyrsta flokki: «Eg haldi ikki, at hetta er spæl.»

Granskari: «Hví er tað ikki spæl?»

Drongur í fyrsta flokki: «Tí vit skulu spæla.»

Olsson eygleiddi, at ein máti at geva spæli pláss í skúladegnum var sokallað statiónsarbeiði. Hetta hevði við sær, at børn vóru í bólkum og skiftu ímillum ymiskar statiónir hvønn fimtanda minutt. Ein av hesum statiónunum kundi verið ein spælistatión.

Har hevði lærarin valt út, hvat bólkurin skuldi spæla við, til dømis lego, hvønn tey spældu við, hvar tey skuldu spæla, til dømis á borðinum og ikki á gólvinum, og hvussu leingi tey skuldu spæla. 

Granskarin spurdi eina gentu, sum ikki var partur av bólkunum, ið spældu.

Granskari: «Hví vilt tú ikki spæla við hini?»

Genta í fyrsta flokki: «Tað er einki stuttligt.»

Fleiri næmingum dámdi hetta virksemið, men tey lýstu tað ikki at vera spæl, eftirsum at tey ikki sluppu at gera, sum tey vildu.

Minni eftirlit – meiri frítt spæl

Í skúlanum hildu næmingarnir, at møguleikarnir at spæla vóru avmarkaðir. Hóast hetta sá Olsson, at børn tóku stig til frítt spæl við at ganga ímóti avmarkandi reglunum, sum lærararnir og skúlin góvu teimum. Granskarin eygleiddi eitt nú næmingar, sum goymdu ymiskt, sum teir høvdu bygt við lego í tímanum, soleiðis at teir kundu taka spælið fram aftur, tá ið teir komu í frítíðarskúla.

– Tað fría spælið hevur ógvuliga nógv at siga fyri, at børn hava tað gott. Tað at hava tað gott er tongt at at hava tað stuttligt, kenna seg trygg, vera við til at gera av, hvat hendir í gerandisdegnum og at vera inkluderaður í einum felagsskapi við onnur børn, sigur Olsson.

Næmingarnir løgdu dent á, at teir áttu spælið, og at tað var partur av teirra barnamentan. Teirra spæliumhvørvi var til “við síðuna av” sosiala eftirlitinum hjá skúlanum og kundi vera eitt svar upp á mentanina, sum tey vaksnu stýrdu.

Hví skulu børn spæla í skúlanum?

Í námsætlanunum í Noregi stendur, at spæl hevur týdning fyri vælveruna og menningina hjá børnum. Haraftrat er spæl ein háttur at arbeiða við kreativiteti og læring.

– Funktiónin, sum spælið hevur, tá ið talan er um at byggja eina mentan upp, verður skjótt ósjónlig fyri vaksin. Spælið fær tí ikki pláss í skúlanum. Fyri børnini er málið at spæla sjálvt spælið, men frítt spæl verður sett í samband við minkan av strongd, at hoyra til og kenslu av felagsskapi, vísir Olsson á.

Er spælið stýrt av lærarum við ávísingum og avmarkingum missir barnið kensluna av frælsi.

Granskarin eygleiddi, at fría spælið gjørdi floksmentanina og viðurskiftini millum næmingarnar sterkari. Hetta kom fram, tá ið Olsson eygleiddi spæl, sum børn kallaðu babytiger. Hetta rolluspælið gav pláss fyri ymsum spæli, har børnini kundu vera við upp á egnar treytir: vera tikari, djóraansari ella handilseigari. Villur ella mildur tikari. Strangur ella vinaligur djóraansari. Mamma ella lítlibeiggi.

– Børn leggja stóran dent á frælsi at velja, hvat og hvussu tey spæla í samspæli við onnur børn í tí, sum verður kallað «ordiligt» spæl. Tað er tað spælið, sum skapar og mennir relatiónirnar millum børn, sigur Olsson.

Granskarin heldur, at týdningurin, sum fría spælið hevur fyri floksmentanina, eigur at fáa størri uppmerksemi í skúlanum.

– Kanska eiga vit at fokusera meiri upp á týdningin av relatiónum millum børn, og hvussu vit skapa góðar umstøður fyri at skapa relatiónir, sigur Olsson.

Hugskot til lærarar

Valfrælsi, mótstøða og felagsskapur eru orð, sum Olsson brúkar at lýsa funktiónina og leiklutin, sum frítt spæl hevur í skúlanum. Hon undirstrikar, at frítt spæl er inngongdin til at skapa eitt felags floksumhvørvi. Gjøgnum spæl læra næmingarnir at taka lut í felagsskapinum.

Í spælinum skapa børnini sína egnu mentan bygt á, hvussu tey fata normar og reglur í skúlamentanini. Fría spælið hevur tí eina funktión í tilgongdini at laga seg til skúlaskipanina.

– Míni bestu ráð eru, at lærarar eiga at vera forvitnir, tá ið talan er um spælið hjá børnum og vera til staðar, soleiðis at børnini kunnu bjóða teir við upp í spælið og á tann hátt koma at kenna børnini á annan hátt. Haraftrat eigur læraratoymið at tosa um, hvat gongur fyri seg í spælinum, og hvussu teir kunnu halda fast við tað í skúlanum, sigur Olsson.

Olsson undirstrikar, at fyri at fáa vinir og finna gleði í skúlanum, hevur tað týdning at geva børnum tíð og pláss til frítt spæl. Hetta er galdandi fyri alla skúlagongdina, ikki bara byrjanina av skúlatíðini.

– Fleiri lærarar, sum eg havi tosað við, siga, at skiftið frá fyrsta til annað flokk kann vera trupult hjá nógvum børnum, tí tað verður minni tíð til spæl og annað virksemi, sum børnini sjálv ráða fyri. Hóast skiftið er av, merkir tað ikki, at børnini ikki longur hava tørv á og gleði av at spæla í skúlagerandisdegnum, sigur Olsson.

Um kanningina

Kanningin hjá Olsson byggir á úrslit úr kvalitativari kanning, har børn eitt nú siga frá, hvat hevur mest at siga fyri tey í skúlanum, hvat tey minnast frá barnagarðstíðini, og hvat tey halda um spæl. Næmingarnir hoyra til ein miðalstóran skúla í einum býi í Noregi.

Hon hevur gjørt eygleiðingar og samrøður við næmingar í gerandisdegnum hjá teimum, umframt bólkasamrøður við 17 av 60 næmingum. Granskingin er gjørd í sambandi við doktararitgerð um spæl í skiftinum frá barnagarði til skúla.

Maja Reinåmo Olsson: ‘I don’t think that it’s play. Because we have to play’. Norwegian six-year-old children’s understandings of play when they start in primary school. International Journal of Play, 2022.

Kelda: forskning.no


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.