Tíðindi

Tann einstaki lærarin skal ikki standa einsamallur við øllum

Vit hava øll frætt um økjandi mistrivnað, um alskyns krøv til lærarar úr ymsum ættum, um ágang og ja eisini um harðskap. Tann einstaki lærarin skal ikki standa einsamallur við øllum hesum. Fyri at økja um trygdina, trivnaðin og læruúrtøkuna hjá næmingunum krevst samstarv og aftur samstarv. Hetta segði Djóni N. Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, m.a. í røðu á aðalfundinum hjá Føroya Lærarafelag leygardagin.

22.04.2024

Mítt næsta stig á leiðini móti yvirskipaða endamálinum um at menna fólkaskúlan er at menna tvílæraraskipanina. Her havi eg greiðar ætlanir um bæði at víðka um og at bøta um góðskuna í tvílæraraskipanini. Eg ynski í minsta lagi at víðka tvílæraraskipanina upp til 6. flokk, har tvílæraraskipanin verður galdandi í flokkum við fleiri enn 12 næmingum.

Harumframt vil eg styrkja um dygdina av tvílæraraskipanini við at menna samlæring / co-teaching. Í hesum sambandi ætli eg innan skipanina við royndar- og menningarvirksemi komandi skúlaár at stuðla eini verkætlan innan samlæring/co-teaching í fólkaskúlanum, har ávísur skúli verður royndarskúli. Her snýr tað seg um at menna lærarasamstarvið og økja um dygdina av samstarvinum, har lærarar í felag samstarva um m.a. at tilrættisleggja, útinna og eftirmeta undirvísingina.

Her er also IKKI talan um ein lærara, sum undirvísir sínum næmingum, í sínum flokki, í síni lærugrein í sínum undirvísingartíma! Tvørturímóti er her talan um ein grundleggjandi hugburð, sum er grundaður á felagsskap og samstarv, og við samlæring er endamálið við inklusjón at skapa trivnað, menning og læring fyri allar næmingarnar í skúlanum.

Les alla røðuna her: https://www.bumr.fo/fo/kunning/tidindi/roeda-adalfundur-foeroya-laerararfelags-20-april-2024


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.