Tíðindi

Tað eru ikki bara børnini, sum eru knýtt at skúlanum

Eftir 15 ár í fólkaskúlanum eri eg liðug. Altso, tað eru børnini, sum nú eru farin úr fólkaskúlanum. Men tað merkir eisini, at vit, eg, ikki longur koma at hava samband við fólkaskúlan, sum hevur verið ein týdningarmikil partur av lívinum hjá familjuni í eitt langt áramál. Annika Sølvará, foreldur og fyrrverandi forkvinna í Heimi og skúla, hugleiðir

22. august 2019

Tað er eitt sindur sorgblítt, tí tað er nakað trygt og gott við at hoyra til hendan felagsskapin saman við so nógvum øðrum, eisini hóast tað hava verið nøkur hol í vegnum ávegis.

Tað er uttan iva ymiskt, hvussu nógv skúlin fyllir hjá fólki. Summi halda, at skúlin burturav er fyri næmingar og lærarar, meðan onnur halda, at heimið eisini er ein natúrligur partur í líkningini. Henda fatan kann eisini skifta yvir tíð, bæði í mun til floksstig og í mun til, hvussu tað gongur hjá næminginum í skúlanum.        

Eg haldi, at sambandið millum heim og skúla er nógv meira enn tann einvegis kunningin frá skúlanum til næmingar og foreldur. Hetta er tann parturin, sum fyllir mest í tíð, og sum hevur stóran praktiskan týdning. Tvívegis samband og gott samskifti millum heim og skúla hava so nógv størri týdning fyri trivnaðin og læringina hjá næminginum og flokkinum og fyri stuðulin frá foreldrunum.

Tað eru nógvar kanningar, sum vísa á stóra virðið av góðum sambandi við heimini og virknari luttøku hjá foreldrum í skúlanum hjá børnunum. Flokkar við góðum foreldrasamstarvi, har foreldrini tosa væl um hvønn annan og hava felags tiltøk, trívast betur.

Leiklutirnir hjá lærarum og foreldrum eru sera ymiskir, og tey skulu sum heild ikki blanda seg í uppgávurnar hjá hvørjum øðrum, men tað eru nógvir fyrimunir við góðum samstarvi, sum ávirka bæði heim og skúla.  

Ein av fyrimununum við at fáa eitt gott samband millum heim og skúla og foreldranna ímillum er, at tað ber til at lyfta í felag, tá tørvur er á tí. Vinarbólkar er eitt amboð, sum ofta verður brúkt fyri at betra trivnaðin millum floksfelagar. Kennir tú floksfelagarnar betur og teirra umstøður, rúmar og skilir tú hini betur. Hetta er sama prinsipp, sum ger seg galdandi við foreldrum. Fólk, sum kennast, tosa betur saman, tosa betur um hvønn annan og taka skjótari eina hond í, tá tørvur er á tí.

Tað er ymiskt frá skúla til skúla, hvussu nógv verður gjørt burturúr at styrkja foreldranetverkið, men vitandi um týdningin av foreldrasamskifti og samstarvi, so áttu allir skúlar at eggjað foreldrum at næmingum í 1. flokki at havt felags tiltøk og ítøkiliga tosað um, hvønn positivan leiklut tey kunnu hava í skúlagongdini hjá børnum sínum. Hetta er ein uppgáva, sum skúlastýrini áttu at tikið sær av. Tey kunnu eitt nú skipa fyri felags tiltaki fyri hvønn 1. flokk við skúlaársbyrjan, har foreldur fáa høvi at siga, hvørji tey eru og annað, sum er viðkomandi. Skúlastýrið kann hava eina framløgu um heim og skúlasamstarv, gjarna somu framløgu á øllum skúlum. Hetta kann felagið Heim & Skúli helst samskipa. 

Íløgan í gott samstarv um skúlaflokkar kastar av sær langt út um skúlagátt. Hóast børnini hjá okkum nú sleppa fólkaskúlanum, so hava vit øll knýtt bond til lærarar, floksfelagar og foreldur. Hesi bond eru virðismiklir træðrir, sum koma at fylgja okkum øllum nógv ár fram. 

Uppskot til lesnað um heim og skúla-samstarv:

Thomas Nordahl: Hjem og skole. Hvordan skaber man et bedre samarbejde?

skole-foraeldre.dk/sektion/skole-hjem-samarbejde

foraeldrefiduser.dk

“Íløgan í gott samstarv um skúlaflokkar kastar av sær langt út um skúlagátt.”

Klumma åí Skúlablað nr 4, 2019, sum júst er komið


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.