Tíðindasavn


18.10.2013 So kveikir SSP-ráðgevingin aftur

8. november er Norðurlandahúsið karmur um fimta SSP-kveikingardagin

 

Á skránni verða framløgur og upplegg. Fyrstur á skránni er Torben Randrup, sum er serfrøðingur hjá løgregluni í Keypmannahavn. Undir yvirskriftini Sosial peiling og fleirtalsmisskiljing heldur hann eina framløgu. Eftir hann verða tað Lene Johansen, løgfrøðingur, og Sjúrður Johannesen, sosialráðgevi á Ríkisumboðnum, sum fara at tosa um, tá ið hjúnaskilnaður rakar børnini.

 

Fyri stuttum fór Margarinfabrikkin í Havn, sum er frítíðartilboð til børn, undir samrøðubólkar fyri børn, hvørs foreldur eru farin hvør til sítt. Um hetta fer Salua Manai, leiðari á Margarinfabrikkini at tosa um. Henriette Nobili Christiansen, verkætlanarleiðari í Trygfonden og DKR, fer at tosa um, hvussu vit leiðbeina best. Guðrun Hansen, leiðari í barna- og ungdómshúsinum í Nólsoy, fer at tosa um, hvussu SSP kann ávirka eitt samfelag. Samanhópurin - eitt samstarv millum tað almenna og sjálvbodnar felagsskapir er heitið á framløgu hjá Eygló Rúnarsdóttir, sum er samskipari á barna- og ungdómsøkinum í Reykjavíkar kommunu. At brenna uttan at brenna út - at varðveita lívsgleðin er heitið á uppleggi hjá Njál McKey Djurhuus, sum hevur verið virkin í Frelsunarherinum í ein mansaldur.

 

SSP-kveikingardagurin er ókeypis. Hann er frá kl 9 til 16. Á middegi verður miðmáli, sum Oddvør Skarðhamar ger. Evsta mark at boða frá luttøku er 25. oktober á or@bvs.fo

   So kveikir SSP-ráðgevingin aftur Aftur


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.