Tíðindasavn


23.07.2013 SSP-arbeiði komandi skúlaár

SSP-økisbólkarnir í Havnini hava havt felags fund í býráðshúsinum á Vaglinum 11. juni. Á fundinum var hugt eitt sindur aftur um bak, um stovanina av SSP og tankarnar, ið lógu aftanfyri at fáa eina tílíka tvørprofessionella skipan rótfesta í føroyska samfelagið. Torfnn Højgaard, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar


SSP-arbeiðið røkkur víða. Tað eru uml. 7000 skúlabørn, og hesi hava sum oftast tvey foreldur, so her skulu leggjast 2x7000 afturat, t.v.s. um 20.000 fólk vera onkursvegna partur av skipanini.


SSP hevur fingið arbeiðið í skúlunum lagda í eina fasta legu. Tað eru nøkur afturvendandi tiltøk, sum verða fyriskipað á hvørjum ári. Nevnast kunnu:
Í 4. fl. “Tryggari á netinum” Næmingar arbeiða í tíðini fram til 4. feb. ið er altjóða internet dagur, við evnum, ið hava við reikan á netinum at gera. Átakið vendir sær eisini til foreldrini.
Í 7. fl. “Ungur og lívið” Mælt verður til at viðgera evnið í eini evnisviku. Átakið skal eisini venda sær til foreldrini og teirra leiklut sum uppalarar.
Í 8. fl. “Ungur og lívið” Mælt verður til at taka tráðin upp aftur frá 7. fl. Ávís evni kunnu takast upp, alt eftir áhuga og tørvi.
Umframt hesi átøkini, so hevur politiið eisini lagt eina fasta skrá fyri teirra virksemi í skúlunum. Politiið vitjar í hesum flokkum:
Í 1. fl. Ferðsuundirvísing
Í 6. fl. Kriminalfyribyrgjandi undirvísing / stuldur
Í 8. fl. Kriminalfyribyrgjandi undirvísing / rúsevni
Í 9. fl. Kriminalfyribyrgjandi undirvísing / harðskapur


Í november verður skipað fyri einum kveikingardegi í Norðurlandahúsinum fyri øllum, ið arbeiða við SSP, leiðslur og samstarvsfelagar. Hetta er eitt tiltak, ið hevur verið á hvørjum ári síðan 2009. Endamálið við hesum degi er at menna og varpa ljós á nýhugsan um fyribyrging.


Næsta skúlaár fer SSP undir eitt nýtt tiltak. Ætlanin er at skipa vinarbólkar í øllum komandi 1. flokkunum. Tað snýr seg um at styrkja tað sosiala í øllum flokkunum fyri at forða fyri, at vit fáa happing og órógv millum næmingarnar.


SSP-skipanin er komin fyri at vera. Í byrjanini var tað eitt sindur ógreitt at finnu út av, hvussu skipanin skuldi virka, men nú tykist sum um virksemi er komið í eina fasta legu.


Lærarar, politi og kommunalstarvsfólk hava fingið tíð til hetta týdningarmikla arbeiðið, men enn vanta vit at fáa heilsufrøðingar kring landið við í samstarvið. Heilsufrøðingarnir hava enn ikki fingið tíð til SSP-arbeiði, og tí eru allir heilsufrøðingarnir ikki við í SSP-skipanini í fleiri av stóru skúlunum. Hetta má sigast at vera sera óheppið, tí heilsufrøðingarnir standa fyri einum týðandi parti av fyribyrgingar arbeiðinum í skúlunum.


Vónandi fer nýggja árið at hepnast væl fyri SSP soleiðis, at okkara ungu fáa gott í beinið og koma væl undan.

   SSP-arbeiði komandi skúlaár Aftur


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.