Tíðindasavn


09.11.2012 SSP-kveikingardagur er í dag


Á triðja sinni skipar SSP-ráðgevingin fyri Kveikingardegi, har viðurskifti verða umrødd, sum kunnu styrkja leiklutin hjá teimum, ið so ella so varða av børnum og uppvøkstri teirra.

 

Ein av uppgávunum hjá ráðgevingini er at standa á odda fyri fakligari menning í sambandi við útgreiningar, átøk og nýhugsan um fyribyrging. Fyri at røkka hesum endamáli verður m.a. skipað fyri árligum kveikingardegi. Luttakarar á degnum eru øll fólk, ið eru við í tvørprofessionella arbeiðinum í SSP, leiðslur og samstarvsfelagir.


Á kveikingardegnum verður átakið „Børn hava rætt til eitt gott lív – takið vandatekin í álvara“ í brennideplinum. Hetta er liður í átakinum at styrkja leiklutin hjá fakfólkum í mun til fráboðnarskylduna í lógini um barnavernd. Fyrst á skránni er Katrin á Neystabø, aðalskrivari í Amnesty International, sum fer at røða um ST-Barnarættindasáttmálan. Síðan fer Karin Kjølbro, fyrrverandi leiðari á Kriminalforsorgini í Føroyum, at røða um revsilógarbrot í trý ættarlið, og Jonhard Klettheyggj, leiðandi løgfrøðingur í Almannamálaráðnum, fer at tosa um fráboðanarskylduna. Mogens Nygaard Christoffersen, samfelagsfrøðingur og granskari í SFI, ger at tosa um váða- og verndarfaktorar í fyribyrgjandi arbeiði.


Eftir eina máltíð á middegi hevur Oddbjørg Balle, leiðari á barnaverndarstovu Føroya, eitt innlegg, hon kallar: Børn hava rætt til eitt gott lív – tak vandatekin í álvara. Ada Sofie Austegard, stovnari av Stine Sofie Stiftelsen, hevur eitt innlegg undir heitinum: Tú trýrt tí ikki, fyrr enn tú sært tað, og Jógvan Zachariassen, samkomuleiðari og tónleikari, fer at røða um hvussu fyrigeving kann taka burtur ótta og skomm.


SSP er eitt fakligt samstarv millum skúla, sosialar myndugleikar og politi.


Kveikingardagurin er í Norðurlandahúsinum í dag frá kl. 9.00 til kl. 16.00.
 

    SSP-kveikingardagur er í dag
 Aftur


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.