Tíðindasavn


17.02.2010 Borgarstjórin er í skúla enn

Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri í Vági, er útbúgvin lærari. Hon er knýtt at skúlanum í Porkeri enn, men hon er í farloyvi. Spyrt tú hana, hvat hon undirvísir í, tá ið hon undirvísir, er svarið: øllum. Hví henni dámar so væl sín lærara frá síni egnu skúlatíð í Vági, Elisu Holm, er millum annað tí, at Elise kom úr heimlandi sínum, Danmark, til Vágs í 1969 sum ein av tí nýggja ættarliðnum av lærarum, ið broytti skúlamentanina

 

 

 

Elise Holm (Lisa) fór frá sum lærari í Vági í fyrraárið. Hon tók læraraprógv á Nørre Nissum Seminarium í 1968, var fyrst lærari í Danmark, síðan í Vági, so aftur í Danmark til hon varð verandi lærari í Vági.

 

Um starvsfelagan og borgarstjóran, Kirstin Strøm Bech, sigur Lisa:

- Hon var ótrúliga fitt, Kirstin, men ikki bara Kirstin. Tað eyðkendi allan flokkin, at tey vóru so fitt. Tey dugdu so sera væl at syngja. Eg sigi akkurát sum er. Eg kom higar, og alt var nýtt. Eg hevði tað gott í skúlanum í Vági.

Hon hevði Kirstin og tær í handarbeiði, og tær sungu nógv í handarbeiðstímunum hjá Lisu. Handarbeiði var eitt sonevnt ‘gentufak’. Tí siga vit í hesum sambandi ‘Kirstin og tær’.


Hon var sterk í støddfrøði

Kirstin fór í skúla í Vági í 1963. Hon var komin í 7. flokk, tá ið hon fekk Lisu sum lærara, og hon hevði Lisu sum lærara í 1. real eisini. Teir hægri flokkarnir vórðu róptir real tá.

Kirstin minnist, at tey høvdu geometri (mátingarfrøði /rúmfrøði), og Lisa stóð í sínum blágrøna kjóla og greiddi teimum frá tí umskrivaða sirklinum.

- So eg hevði Lisu í handarbeiði, eg hevði hana í matematikk (støddfrøði), og eg hevði hana í fimleiki, alt mínar sterku síður, sigur Kirstin.

- Ja, Kirstin dugdi sera væl matematikk, sigur Lisa.

Kirstin leggur dent á, at tá ið hon varð spurd, hvør hennara yndislærari var frá tí, hon byrjaði í skúlanum, so var tað Hanna Mortensen (1905-1994), ella frú Mortensen, sum tey róptu hana. Tað hevði nakað við tað at gera, at Kirstin hevði frú Mortensen í rokning, og tað dugdi Kirstin best, heldur hon sjálv.

Kirstin tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1981. Hon byrjaði sum lærari í Tórshavnar Kommunuskúla. Síðan undirvísti hon í Porkeri, Hovi og í Hvalba. Kirstin varð borgarstjóri í 2005, men enn er hon knýtt at skúlanum í Porkeri, tó at hon er í farloyvi.

 

 

Tær sóljugulu buksurnar

Lisa var ein av teimum lærarunum, ið kom, tá ið tað var eitt ávíst ættarliðsskifti í skúlanum í Vági. Har vóru aðrir nýggir lærarar enn Lisa, Hannemann Müller, Robert McBirnie, Óli Holm, Niels Petur Nolsøe og Lars Djurhuus. Hetta var í 1969 ella um tað mundið. Tað var ein heilt øðrvísi máti at undirvísa uppá og ein heilt øðrvísi máti at virða næmingarnar uppá, enn tað, tey vóru von við. Frammanundan var tað næstan hetta við kjafti, stevi og kós.

 

- Lisa og hinir nýggju lærararnir vóru pedagogiskt tilvitaðir um sína uppgávu, vil eg pástanda, og tað var eitt eyðkenni fyri Lisu, at hon hevði virðing fyri sínum næmingi, og vit høvdu eisini virðing fyri Lisu sum lærara. Eg haldi ikki, at eg kann minnast Lisu fyri at hava lagt hond á ein einasta næming. Hon var ein av teimum, ið tosaði beint við næmingin og ikki niður til hann, sigur Kirstin, sum eisini leggur áherðslu á, at Lisa var fakliga sterk. Hon dugdi síni ting. Tað var eingin trilvan í hennara undirvísing í matematikk til dømis.

 

Áðrenn Lisa varð lærari hjá Kirstin í handarbeiði, var tað hetta gamla við, at tú lærdi at binda og brodera. Men hjá Lisu fór Kirstin at seyma.

- Eg minnist, at eg seymaði einar sóljugular buksur. Eg var so errin av hesum buksunum ... og eg haldi, eg hevði tær við, tá ið eg var og ferðaðist í Italia í 1973. Og eitt afturat, Lisa gjørdi fimleik við okkum. Tað vóru vit slættis ikki von við. Altso, eg hava bara alt positivt at bera Lisu sum lærari.

Fyri hesa útsøgn fær hon ta viðmerking frá Lisu, at hjá henni var tað so lætt at koma til Vágs at vera lærari, tí allir næmingarnir vóru so positivir.

 

- Tað var so spennandi at síggja Lisu koma. Hon var so modernað, brúkti lærstutt. Tað, vit vóru von við, vóru hesar eldru damurnar í kjóla, sum rakk niður á leggirnar. Lisa tiltalaði okkum, sum vóru í hasum aldrinum ...

 

 

Tann professionella frástøðan

Lisa var ein av hesum modernaðu lærarunum, sum í positivari merking legði eina ávísa professionella frástøðu millum seg og næmingarnar, fortelur Kirstin. Og seinni, tá ið hon var farin úr skúlanum, styttist og hvarv henda frástøðan, tí nú vórðu tær vinir. Lisa varð ein høvuðskraft í øllum møguligum tiltøkum hjá Old Girls, eitt nú við átøkum og ítróttarligum tiltøkum hjá VB sum flogbólti og kurvabólti.

- Lisa hevur tikið stig til mong trivnaðartiltøk her á staðnum. Ein skal vera lokomotiv, og Lisa hevur eisini verið stigtakari til damuborðhaldini hjá okkum. Eg havi oftani kent, at tað er atferðin hjá Lisu, ið dregur fólk til sín.

- Jú, men tað hevur verið ein heilur flokkur av konum her á staðnum – ikki minst Kirstin – hevur verið sera ágrýtin í strembanini eftir at fáa útint øll møgulig sosial tiltøk, leggur Lisa afturat. – Hevði tað ikki verið hesar konurnar, so hevði tað aldri borið til, sigur hon.

 

 

Bara góð minnir

Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri í Vági, hevur so at siga bara góð minnir um sína skúlatíð í Vági. Henni dámdi væl at ganga í skúla, men hugsar hon sum læraraútbúgvin um ta pedagogisku kósina og tað sosiala samspælið, var hon ein rættiliga spakur, afturhildin næmingur.

 

- Tað kann væl vera, at eg kann hava virkað eitt sindur framlig, men veruleikin er tann, at eg var lítið framfúsin, eisini í tí sosiala samspælinum við hinar næmingarnar. Eg haldi, at tað kann væl lýsast við, at eg var nakað anonym, tí at ein genta, sum eg gekk í klassa við í nøkur ár, spurdi, tá ið eg varð borgmeistari: Hoyr, hvør er handan har, sum er borgmeistar:) Hon fekk ikki knýtt andlitið og persónin saman í sínum minni.

 

Tað sigur eitt sindur um, sigur Kirstin, hvønn lut hon hevur havt í tí sosiala samspælinum við hinar næmingarnar.

Alt tað varð so til eina tilgongd, sum Kirstin eins og so mong onnur skuldi ígjøgnum.

Hon fór víðari í skúla, varð mamma og fór síðan á læraraskúla og kom til ta sannføring, at skuldi hon bera seg, haga sær, skikka sær, so varð hon noydd til at brýna seg sjálva og menna seg.

 

Tað hevur eydnast henni sambært Lisu, tí at Lisa er farin frá sum lærari við minninum um ein av sínum bestu næmingum, Kirstin Strøm Bech.
 

 

 

 

 

 

Tekstur: Sonne Smith

 

Skúlablaðið nr. 5, 2010

   Borgarstjórin er í skúla enn Aftur


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.