Leys størv

Tíðaravmarkað starv sum skúlastjóri í Vestmanna skúla

Vegna farloyvi verður starvið sum skúlastjóri í Vestmanna skúla lýst leyst til setanar í tíðarskeiðinum frá 1. august 2018 til 31. juli 2019. Í skúlanum eru 192 næmingar í 1. – 10. flokki, og 16 lærarar í føstum starvi starvast í skúlanum.

Um starvið

Skúlastjórin hevur fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluna og ábyrgd av virksemi skúlans. Hann skal virka fyri, at næmingar og lærarar trívast, skal fremja góðar arbeiðsumstøður og gott samstarv millum skúla og heim og í samstarvi við foreldrini  virka fyri, at næmingarnir fáa eina mennandi og fjølbroytta undirvísing.

Harumframt skal skúlastjórin vera førur fyri at skipa eina mennandi starvsfólkaleiðslu, skapa umstøður hjá tí einstaka fyri samábyrgd og ávirkan og tryggja, at lærarar skúlans hava umstøður fyri fakligari menning. Eisini skal skúlastjórin skapa virðing fyri skúlanum og leggja dent á at menna skúlaskapin í kommununi.

Førleikakrøv

Umsøkjarar skulu hava fólkaskúlalæraraútbúgving og starvsroyndir í fólkaskúlanum. Harumframt er tað ein fyrimunur, um umsøkjarar hava leiðsluroyndir.

Setanarviðurskifti

Setanarøkið er undir Mentamálaráðnum við fyribils tænastu í Vestmanna skúla. Starvið er flokkað í lønarflokki 35.1 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Umsóknir

Umsókn saman við avriti av læraraprógvi, C.V. og møguligum viðmælum skal verða Mentamálaráðnum í hendi í seinasta lagi 2. juni 2018.

Umsóknin verður stílað til:

Mentamálaráðið

Hoyvíksvegur 72

Postrúm 3279

110  Tórshavn

ella við t-posti: mmr@mmr.fo

Tey, ið ynskja fleiri upplýsingar um starvið, kunnu ringja til Jenny Lydersen, undirvísingarleiðara, tlf. 555044.

 

 

 

Mentamálaráðið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál, mentamál og gransking. Harafturat eru uppgávur viðvíkjandi kirkju, loftmiðlum og øðrum frítíðarvirksemi.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.