Tíðindi

Tá trivnaðurin hjá lærarunum kemur á breddan

Tað hevur stóran týdning, at lærarar hava eitt gott samanhald, skrivar Vibeke Michaelsdóttir, lærari

16. apríl 2019

Tað eru eini 2 ár síðan, vit settu eina uttanlandsferð á breddan. Avgerð bleiv tikin um, at vit fóru avstað 1. mars eftir arbeiðstíð. Eg má viðganga, at eg var eitt sindur órólig og visti ikki, hvussu eg fór at hava tað við at ferðast við 14 so at siga fremmandum.

Líkamikið, vit fóru glað til arbeiðis fríggjamorgunin 1. mars. Næmingarnir komu grýluklæddir í skúla, og eftir tveir tímar við undirvísing slógu vit tunnu. Kl. 11.35 endaði skúladagurin. Nøkur av teim ferðandi fóru heim at bíða eftir klokkuni, meðan onkur fór heim at pakka (!?) tveir tímar, áðrenn vit skuldu kekka inn. Nøkur høvdu tó pakkað fleiri dagar frammanundan. Summi høvdu einans eitt kabinukuffert við, meðan onkur annar hevði eitt stórt kuffert og hevði alt við, ið tú kundi fáa brúk fyri á eini vikuskiftisferð. Summi hildu, at viðkomandi ikki ætlaði sær heim aftur, men tey blivu skjótt klókari.

Fríggjakvøldið komu vit til íbúðirnar í París. Hetta skuldi nokk blíva gott.

Leygardagin sóu vit Monu Lisu, ella tað vil siga, at nøkur sóu hana, tí onkur var ov upptikin av steypafinalunum í flogbólti, og tað hevði við sær, at viðkomandi ikki sá so nógv til sjálvu Monu Lisu, men tær vóru so í sama rúmi báðar, tað telur kanska eitt sindur. Eftir at hava sæð Monu Lisu fóru vit ein túr við bussi, ið koyrir runt í býnum. Vit steðgaðu uttan fyri 314 metrar høga Eiffeltornið, sum tú heilt vist eigur at vitja í París. Her blivu tær kravdu myndirnar tiknar, við láturkrampa. Tað sigur seg sjálvt, tá tú hevur 15 persónar á eini mynd, so er trupult at fáa øll at hyggja sama veg, smílast og hava eyguni opin í senn! Minti um floksmyndirnar, har tað altíð er onkur næmingur, ið ikki ger sum hini, ja, soleiðis var eisini her. Onkur hugdi upp, og onkur blundaði, eitt verri skil. Eftir mikið stríð fingu vit eina nýtiliga mynd.

Næstan øll komu upp í tornið, har útsýnið er av tí allarvakrasta! Vit endaðu dagin við eini kanalrundferð á Seine. Damurnar vildu sita uppiá, tí tað var tað hugnaligasta, men menninir meintu, at tað var útideyðaveður (tað var ikki eitt lot, og hitin lá á umleið 5 hitastigum).

Sunnudagurin var leysur, nøkur høvdu frí og slappaðu av, meðan onnur fóru til slottið í Versailles og gingu í fótasporunum hjá millum annað Sólkonginum og Marie Antoinette. Sum lærari er tað áhugavert at síggja og uppliva søguna á staðnum, at síggja, hvussu tey veruliga livdu, og at uppliva, hvussu stórur munurin hevur verið á teim kongaligu og so fólkinum, ið livdi í landinum. Hetta var stórt og ein góður endi á eini einastandandi góðari ferð.

Hetta var ein túrur, har vit flentu við tárum og komu nógv tættari at hvørjum øðrum. Hetta var ein gevandi túrur, har vit øll hugnaðu okkum, og lærdu hvønn annan at kenna á ein annan hátt, enn vit gjørdu áður. Nýggir lærarar lærdu betur teir ”gomlu” at kenna og øvut. Hesin túrurin hevur gjørt nakað heilt serligt við samanhaldið. Tað er alt ov sjáldan, at vit hugsa um samanhaldið á arbeiðsplássinum. Tó haldi eg, at tað hevur stóran týdning, at lærarar hava eitt gott samanhald, vit skulu jú samstarva í gerandisdegnum og vónandi vera saman nógv ár framyvir. Hava lærarar tað gott saman, so smittar tað eisini yvir á næmingarnar. Tískil haldi eg, at tað hevur stóran týdning, at skúlar seta trivnaðin/samanhaldið hjá lærarunum á breddan og raðfesta tað hægri. Eg gleði meg í øllum førum, til vit fara avstað aftur!

Kvørnin í Skúlablað nr 2, 2019


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.