Tíðindi

Sálarliga arbeiðsumhvørvið eigur at verða tikið í álvara

Vit mugu geva okkum stundir til at hoyra, hvat allir partar hava at siga. Tað er bert við at taka tøk saman, at vit kunnu gera eina veruliga roynd at koma trupulleikanum til lívs. Andrea á Rípuni, næstforkvinna Føroya Lærarafelags, skrivar

18.06.2021

Nevndin í Føroya Lærarafelag hevur í eina tíð arbeitt við eini vegleiðandi mannagongd viðvíkjandi sálarligum arbeiðsumhvørvi; mannagongdin hevur eisini verið til viðgerðar á álitisfólkafundi, har álitisfólkini fingu høvi at siga sína hugsan um, hvat var gott, og hvat var neyðugt at broyta. Nevndin hevur eisini verið í sambandi við Undirvísingarstýrið, og tey eru áhugað í at vera ein partur av arbeiðinum. Tá allir partar, ið eru um fólkaskúlan, eru við til at mynda vegleiðingina, er grundin løgd, soleiðis at tað er greitt, hvat skal gerast, og hvør skal gera hvat. Partarnir eru Uttanríkis- og mentamálaráðið/Undirvísingarstýrið, leiðslur og felagið/lærarar; allir hesir partar hava hvør sín leiklut, tí eru teir nevndir á henda hátt.

Arbeiðs- og brunaeftirlitið hevur nakað av tilfari, sum er gott at hava, men tað er ikki skrivað serliga til okkara starvsøki; tí er neyðugt við okkara egnu vegleiðing, soleiðis at útlitini fyri, at hon kann gjøgnumførast, eru góð, og fyri at tað skal geva meining. Tað er onki meiri natúrligt enn at hyggja at, hvat onnur hava gjørt, tí har eru nógv góð ráð at taka til. Eitt nú kann nevnast tilfar, ið danska lærarafelagið hevur gjørt. Nevndin hevur sjálvandi hugt hagar, tí tað er ongin orsøk at skriva alt av nýggjum, sum longu er skrivað og kann brúkast.

Í apríl hevði Fakfelagssamstarvið ein arbeiðsdag saman við almennu og privatu arbeiðsgevarunum og Arbeiðs- og brunaeftirlitinum, har evnið var at fáa skipað sálarliga arbeiðsumhvørvið. Hetta var ein sera góður dagur, sum lýsti økið úr ymiskum sjónarhornum.

Jacob Eli S. Olsen, formaður Lærarafelagsins, hugleiddi um støðuna, tá ið talan er um arbeiðsumhvørvið, Margit Stórá, varaleiðari á Landssjúkrahúsinum, greiddi frá mannagongdum á Landssjúkrahúsinum, Marjus Dam, formaður í Kommunulæknafelagnum, greiddi frá læknaliga sjónarmiðinum, og Lóður greiddi frá eini kanning, sum teir hava gjørt. Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, greiddi frá sjónarmiðum hjá arbeiðsgevarum, og Arbeiðs- og brunaeftirlitið greiddi eitt sindur frá, nær ein skaði eigur at verða fráboðaður, og at tey ikki fáa fráboðanir, tá ið talan er um sálarliga arbeiðsumhvørvið. Høvi var sjálvandi at seta spurningar, og at enda var eitt kjak.

Tá arbeitt verður við einum so týdningarmiklum øki sum hesum, er alneyðugt, at øll sjónarmið koma fram í ljósið. Vit mugu geva okkum stundir til at hoyra, hvat allir partar hava at siga. Tað er bert við at taka tøk saman, at vit kunnu gera eina veruliga roynd at koma trupulleikanum til lívs.

Á aðalfundinum hjá Lærarafelagnum kom Jenis av Rana, landsstýrismaður í skúlamálum, inn á tað sálarliga umhvørvið í skúlanum; hann tosaði einamest um næmingarnar, og at ein ráðgevi er settur í Námi at arbeiða við trivnaði. Tað er mikið gott, tí næmingar mugu og skulu trívast í skúlanum, og gera teir ikki tað, so er neyðugt at gera okkurt við tað. Ein fortreyt fyri, at næmingar trívast, er, at lærarin trívist. Ger hann ikki tað, so smittar tað, og líkindini fyri, at mistrivnaður fer at spjaða seg millum næmingar, er stórur. Hetta má takast í størsta álvara.

Mín vón er, at hetta endiliga verður tikið í álvara og ikki sett í skammikrók, tí man ikki kann semjast um, hvussu farast skal fram. Tað eru ov nógvar lagnur, ið longu líða undir vánaligum sálarligum arbeiðsumhvørvi og vantandi mannagongdum. Eitt samfelag sum okkara eigur ikki at hava tað liggjandi á sær, at onki verður gjørt, ella at tað verður gjørt upp í krónum og oyrum. Tí verður onki gjørt, er meirkostnaður. Pengar, ið kundu verið brúktir til betran og fyribyrging, og tað týdningarmesta; mannalagnur standa upp á spæl.

Sjónarmið í Skúlablað nr 3, 2021.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.