Tíðindi

Stór krøv um avrik fær ung at gevast við ítrótti

Ov stór krøv til avrik fær nógv børn og ung at halda uppat við at íðka ítrótt, vísir nýggj kanning, sum er gjørd í Noregi.

06.07.2022

Skipaður barna- og ungdómsítróttur eigur at vera fyri øll – men í veruleikanum er hann tað neyðturviliga ikki, vísir ein nýggj, norsk kanning.

– Vit síggja eitt greitt rák, sum sigur, at skipaði ítrótturin fyri børn og ung verður meiri og meiri krevjandi og miðvísur, so hvørt børnini gerast eldri, bæði tá ið talan er um tíð, førleikar, kostnað og tað, tú væntað verður av tær, sigur Gerd Marie Solstad, granskari við Nova, sum granskar vælferð í Noregi.

Tað eru serliga gentur, sum hava aðra bakgrund enn norska, sum fella frá, tá ið ítrótturin setir hægri krøv um venjing og avrik. Fráfallið er eisini stórt hjá ungum, sum koma úr familjum, sum fíggjarliga og sosialt ikki eru væl fyri.

Hvat fær tey ungu at gevast?

Tað, sum kemur mest óvart á Solstad, er tað, sum kemur fram um fótbólt fyri børn og ung. Her verður tað greitt lagt upp til, at børn eiga at brúka meiri tíð og orku upp á fótbóltin, jú eldri tey gerast – og serliga í skiftinum til ungdómsítróttin. Granskarar nevna hetta ein eskaleringsnorm. Tað førir til, at tað fyri summi verður kravt ov nógv av tíð, orku og pengum til, at tey kunnu vera við, og tí gevast tey.

– Tað verður minni spælirúm fyri tey, sum ikki vilja satsa ov nógv upp á ítróttin, og sum fyrst og fremst finna gleði og meining við bara at vera við, sigur Solstad.

Trivnaður undirmettur

Hon leggur dent á, at skiftið til hægri krøv og størri álvara ger tað truplari hjá ítróttafeløgunum at hugsa um trivnað fyri øll.

– Hetta skumpar nógv ung burtur frá ítróttinum – antin tí at tey ikki vilja ella tí tey ikki hava orku at vera við ítróttinum, sum krevur meiri enn hann hevur gjørt áður. Men tað er sjálvandi ikki galdandi fyri øll. Fyri tey, sum ganga ógvuliga høgt upp í ítróttin og sum hava nógva orku og tíð, verður ítrótturin framvegis meiningsfullur og gevandi.

Ein frágreiðing er, at venjararnir fyrireika tey íðkandi til, at veruleikin í framtíðini í ítróttargreinini, tey íðka, verður harðari og harðari og eisini kappingin. Tí verður minni pláss til at raðfesta virksemi, sum hevur fokus á trivnað og gleði her og nú.

Margfeldni minkar – og tey ríkastu eru mest við

Sosialu munirnir í at taka lut í ítrótti gerast eisini størri í ungdómsárunum.

– Skipaði ítrótturin lagar seg meiri og meiri til ein útvaldan bólk av børnum og ungum. Margfeldnið minkar, og fráfallið fylgir sosialum mununum, sum annars eru, sigur hon og vísir til aðrar kanningar, sum vísa á tað sama. Í teimum kanningum kemur fram, at ungfólk, sum vaksa upp í teimum ríkastu familjunum í Oslo, eru tey, sum eru mest virkin í ítrótti. Tær kvantitativu greiningarnar vísa harumframt, at stóri meirilutin av virknum ungfólki støðast væl – sama aldur, kyn og sosiala bakgrund.

– Tað hevur eisini týdning fyri inkluderingina, sigur Solstad.

Avbjóðingar

Solstad heldur, at granskingin á hesum økinum hevur týdning, tí hon kastar nýtt ljós á kendar avbjóðingar, tá ið talan er um inkludering í ítróttinum. Hon sipar harumframt til avbjóðingar, sum ítróttafeløgini hava og kunnu gera nakað við.

– Vit seta orð á viðurskifti, sum kanska verða undirmett ella sum verða tikið sum givið sum ein natúrligur og neyðugur partur av barna- og ungdómsítróttinum. Við at varpa ljós á fráfall og sosialar munir í ljósinum av eskaleringsnorminum, vísa vit á, at tiltøk kunnu verða sett í verk, sum virka ímóti hesi gongdini. Hon heldur, at tiltøk kunnu virka við til, at fleiri børn og ung kunnu fáa fara at trívast og taka lut í ítrótti.

Ítróttafeløgini mugu gera sítt

Solstad heitir á ítróttafeløg um at kjakast um eskaleringsnormin, og um hvussu barna- og ungdómsítróttur verður skipaður í teirra felag.

– Er tað soleiðis, at tað verður lagt upp til og væntað, at børn og ung brúka meiri tíð og skulu hava meiri seriøsan hugburð til ítrótt so hvørt? Og hví er tað soleiðis, og er tað neyðugt, at tað er soleiðis?

Solstad leggur dent á, at viðurskiftini ikki eru eins í øllum ítróttafeløgum. Gransking vísir, at tað er sera ymiskt millum ítróttafeløg, lið og bólkar.

Kelda: forskning.no

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.