Tíðindi/Greinar

13.06.2021

Stuðulsyvirlýsing

Føroya Lærarafelag lýsir við hesum sín stuðul til Føroya Pedagogfelag í teirra stríði fyri at vinna limum sínum betri sømdir.

Felagið vil heita á Fíggjarmálaráðið at seta seg aftur við samráðingarborðið, tí tað er har, ið loysnin eigur at finnast.

Føroya Lærarafelag noktar limum sínum at taka upp verkfalsrakt arbeiði.

Limir, ið starvast á vekfalsraktum økjum, skulu:

* gera sama arbeiðið undir verkfallinum, ið tey gjørdu undan verkfallinum
* møta upp til tær tíðir, sum galdandi skema ásetir
* ikki átaka sær nýggjar uppgávur, fleiri uppgávur ella umlagdar uppgávur

Um tað eru ivamál, vendi tykkum til felagið.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan