Tíðindi

Strok og Píkasjey luft undir veingirnar

Ynski er sett fram um, at landið stuðlar so mikið, at øll børn og ung í Føroyum fáa ávíkavist Strok og Píkasjey. Hetta hevði verið ein fantastiskur fongur fyri okkum øll. Andrea á Rípuni, næstforkvinna Føroya Lærarafelags, skrivar

03.08.2020

Sum oftast venda vit aftur til tað, ið vit hava viðgjørt fyrr. Eg havi fyrr skrivað um Stok og Píkasjey, tí eg haldi, at hetta eru týdningarmikil bløð fyri okkum øll. Eg minnist sjálv, hvussu stuttligt tað var at fáa Barnablaðið í hondina, hvussu altrá eg var at lesa. Ikki tí eg var tann stóri lesihesturin, men hetta var sum at fáa Vi Unge, sum var ungdómsblaðið tá í tíðini.

At Bókadeildin hevur tvey bløð til børn og ung skal ikki undirmetast, og tey gera eitt stórt arbeiði fyri at halda lív í hesum bløðum, sjálv um tað er tungt. Aftur í ár var tað sagt á aðalfundinum hjá Lærarafelagnum, at tað er trupult at fáa rakstur í bløðini.  Ynski er sett fram um, at landið stuðlar so mikið, at øll børn og ung í Føroyum fáa ávíkavist Strok og Píkasjey. Hetta hevði verið ein fantastiskur fongur fyri okkum øll. Afturat tí ágóðanum, at øll fáa eitt føroyskt blað at lesa, so kann hetta samstundis verið ein partur av undirvísingini. Tað hevði verið gott, at man kundi fingið tekst, ið er beinleiðis skrivaður til henda bólkin sum ein part av undirvísingini. Tað hevur verið frammi í fjølmiðlunum, at ávísar kommunur hava keypt bløðini til allar næmingar, og eg haldi hetta er fantastiskt, men samstundis haldi eg, at tað er harmiligt, at ikki øll børn fáa henda møguleika. Tað kunnu tey, um landið bjóðar bløðini til øll børn og ung.

Fyrrverandi landsstýriskvinna í menta- og skúlamálum, Hanna Jensen, gekk høgt upp í lesing og lesihug hjá okkara børnum og ungu; hon setti eisini skjøtil á átakið Føroyar lesa. Strok og Píkasjey kundu verið startskotið til at fáa lesihugin hjá børnum á flog. Har kunnu tey lesa um tað, sum tey halda er spennandi á móðurmálinum. Skal lesihugur stimbrast, er neyðugt við ymiskum lesitilfari, ikki bara barna- og ungdómsbókum, tær skulu sjálvandi eisini til, men tað skal havast í huga, at ikki øll tíma tað og mugu lokkast hartil, kanska við einum góðum ummæli í Strok, sum ger tey forvitin.

Mín vón er, at Strok og Píkasjey veruliga fáa luft undir veingirnar, so tær visjónir, ið BFL hevur fyri bløðini, sleppa at standa sína roynd.

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.