Tíðindi

Stóru útbúgvingarnar á Námsvísindadeildini grundleggjandi góðar

Soleiðis stendur at lesa í uttanhýsis metingini av Fróðskaparsetri Føroya, sum var gjørd í tíðarskeiðnum september 2021 – oktober 2022

15.03.2023

Í felags svarskrivinum frá Barna- og útbúgvingarmálaráðnum og Fróðskaparsetri Føroya til uttanhýsis metingina av Fróðskaparsetrinum verður komið inn á tilgongdina, høvuðsniðurstøðurnar og ítøkiligu tilmælini, sum eru gjørd í uttanhýsis metingini.

Í sambandi við tilmælið um góðskutrygging og góðskumenning á Námsvísindadeildini verður sagt: Stóru útbúgvingarnar á deildini eru grundleggjandi góðar, og verkligi parturin er í høvuðsheitum í samsvari við tilsvarandi útbúgvingar í Norðurlondum og aðrastaðni við. Vit mæla til, at besti mátin at stuðla framhaldandi menning av útbúgvingunum er, at tær verða tær fyrstu, sum verða vigaðar í nýggju skipanini við regluligum eftirmetingum, sum vit hava mælt til at seta í verk. Hendan eftirmetingin eigur at fara í dýpdina í sýninum av lestrarætlanunum.

Svar: Báðar høvuðsútbúgvingarnar verða í løtuni eftirmettar í tøttum samskifti við samstarvsráðini og Góðskueindina. Fyri at fáa góða byrjan upp á arbeiðið, hava starvsfólkini, sum varða av útbúgvingunum, brúkt eina arbeiðsviku til at fara í djýpdina á teimum. Á læraraútbúgvingini hevur dentur verið lagdur á pensum, eftirmetingar av skeiðum, starvsvenjing og granskingargrundað frálærutilfar. Á námsfrøðiútbúgvingini hevur dentur verið lagdur á skiftandi samfelagsliga tørvin, eyka upptøku av lesandi og politisku áheitanirnar um at fáa stovnað nýggjar leiðir á útbúgvingini. Hetta arbeiðið heldur fram tað, ið eftir er av 2023, og møguligar broytingar koma í gildi fyri lestrarárið 2024/25. Harafturat skal læraraútbúgvingin gjøgnum uttanhýsis eftirmeting sum royndarverkætlan á heysti 2023

Námsvísindadeildin eigur at fáa stuðul frá øllum áhugapørtum til at gerast fremsti veitari av áhaldandi professionellari menning av øllum núverandi lærarum og námsfrøðingum í Føroyum, møguliga, men ikki einans, við at veita útbúgving á masterstigi. Tey nýliga stovnaðu samstarvsráðini fyri ávikavist lærara- og námsfrøðingaútbúgvingina fara væntandi at hava stóran leiklut í hesum týdningarmikla átakinum.

Svar: Fundir við áhugapartar, íroknað aðalráðið, verða í løtuni hildnir fyri at kortleggja tørvirnar hjá lærarunum og námsfrøðingunum. Skipanin við áhaldandi fakligari menning er rættiliga fløkt og er ólík tvørtur um stovnar, tí møguleikar eru treytaðir av, hvør myndugleiki hevur ábyrgdina. Vit samskifta við aðalráðið fyri at gera eina skrá við skeiðum, sum telja 5-10 ECTS-stig, og sum kunnu gerast partur av ávísum útbúgvingum.

Havandi í huga tann stóra tørvin, sum er í Føroyum nú, eiga áhugapartarnir at endurskoða almenna fíggjarliga stuðulin til lesandi og tann útbúgvingarbygnaðin, sum er galdandi. Hetta fyri at geva fleiri atgongd til at lesa serliga námsfrøði, men eisini lesa til fólkaskúlalærara, við at nema sær útbúgvingina parttíð og á meira liðiligan hátt.

Svar: Vit taka undir við, at tørvur er á at finna loysnir, sum hóska seg til parttíðar og meira liðiligan lestur. Námsvísindadeildin hevur útvegað sær eina hybrida KT-skipan til fjarundirvísing, sum fer at veita lesandi uttan fyri miðstaðarøkið møguleika fyri at taka lut í undirvísingarvirksemi, og vit hava ætlan um at fara undir at brúka skipanina til áhaldandi fakliga menning. Vit eru varug við, at okkum tørvar meira royndir við netbornari (online) undirvísing, áðrenn hetta kann brúkast sum ein meginloysn.

Les alla frágreiðingina: https://lms.cdn.fo/media/17959/felags-svarskriv-til-metingarnevndina-føroyskt-við-seinastu-tillagingunum-frá-bumr.pdf?s=WV5qDw2oWyKNbL3e-4uMz0edog4

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.