Leys størv

Starv sum varaskúlastjóri í Fuglafjarðar skúla

Hevur tú áhuga og hegni at átaka tær leiðslustarv í føroyska fólkaskúlanum og virka fyri alsamt at menna skúlans arbeiði, so hevur tú møguleika at søkja starvið sum varaskúlastjóri í Fuglafjarðar skúla.

Í Fuglafjarðar skúla eru 282 næmingar í 1.- 10. flokk. Á skúlanum starvast 30 lærarar, 3 námsfrøðingar, umframt 2 skrivarar, vaskifólk og húsavørðir. Fuglafjarðar kommuna og Eysturkommuna hava skipað samstarv um 8. – 9. flokk undir heitinum Framvit. Harumframt er 10. floks samstarv, nevnt eNám, við Sjóvar kommunu og Sunda kommunu.

Søkt verður eftir varaskúlastjóra, sum

• undir ábyrgd og í samstarvi við skúlastjóran skal taka lut í teirri fyrisitingarligu og námsfrøðiligu ábyrgdini og leiðsluni av virksemi skúlans

• við virkisfýsni er fúsur at taka á seg uppgávur í samstarvi við og eftir fyriskipan skúlastjórans

• dugir at samstarva og er fyrikomandi

• hevur góðan málførleika í skrift og talu, serliga á føroyskum

Harumframt skal varaskúlastjórin

• vera næsti arbeiðsfelagi skúlastjórans

• hava góð leiðslu- og samstarvsevni, umframt mennandi leiðslustíl, megna at hava yvirlit og dugir at skipa fyri

• saman við skúlastjóranum skapa virðing fyri skúlanum og umstøður hjá tí einstaka fyri samávirkan og samábyrgd

• vera við til at fremja gott samstarv millum skúla og heim og eggja næmingum og foreldrum

• hava vilja og evni at royna nýggjar leiðir, og er støðugt við til at áseta mál og virkisætlanir fyri skúla, sum búgva skúlan til framtíðar krøv

• undir fráveru skúlastjórans hava ábyrgdina av leiðslu skúlans

Førleikakrøv

Umsøkjari skal hava fólkaskúlalæraraútbúgving og starvsroyndir í fólkaskúlanum.

Lønar- og setanartreytir

Setanarøkið er undir Barna- og útbúgvingarmálaráðnum við tænastu í Fuglafjarðar skúla. Tann, ið sett/-ur verður, eigur at tola broytingar í starvinum.

Starvið verður lønt í lønarflokki 34.1 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroyar Lærarafelag. Starvið verður sett frá 1. august 2023.

Umsóknir

Umsóknir við møguligum viðmælum, C.V. og avriti av prógvum skulu verða skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi mánadagin 27. mars 2023 kl. 12.00

Fleiri upplysingar um starvið fært tú við at ringja til skúlastjóran tlf. 238061 ella við at senda teldupost til berlys.toftadal@skulin.fo


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.