Leys størv

Størv í Kvívíkar skúla 2018/2019

Starvslýsing skúlaárið 2018-2019 

Hesi størv verða lýst leys at søkja í Kvívíkar skúla.   

2 lærarar í tíðaravmarkaði parttíðarstørv skúlaárið 2018/2019 

Tað eina starvið er við lønarbroti á umleið 0,90. Hetta starvið er leyst at seta í samband við farloyvi.  

Hitt lærarastarvið er við lønarbroti á umleið 0,60, og tað er leyst at seta í samband við avlopstímar. 

Tímatalið á parttíðarstørvunum verður endaliga ásett 1. oktober 2018. 

Søkt verður eftir lærarum:  

Ið m.a. kunnu undirvísa í føroyskum, donskum, enskum, støddfrøði, náttúru og tøkni, svimjing, heimstaðarlæru, miðfirraðir tímar og handaverk og list.  

Ið hava læraraútbúgving og førleika í viðkomandi lærugreinum 

Ið leggja dent á avbjóðandi læruumhvørvi, virðiligt samstarv og trivna 

Ið vilja vera við til at menna skúlan á øllum økjum 

Lærarastørvini verða lønt sambært sáttmála millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkinum 18.1-29.2. Størvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan. 

Umsóknir við avriti av prógvi, CV og møguligum viðmælum skulu verða skúlaleiðaranum í hendi seinast mánadagin 4. juni 2018 klokkan 12:00. 

Umsóknir skulu sendast við telduposti til kvi@skulin.fo Nærri fæst at vita um størvini hjá Høgna V. Warberg, fyrstalærara, á tlf: 29 24 22. Meira fæst at vita um skúlan á heimasíðuni: www.kvivikarskuli.fo


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.