Leys størv
Hesi størv verða lýst leys at seta frá 1. august 2023:
• 1 fast lærarastarv
• 3 tíðaravmarkað lærarastørv vegna lækkað tímatal, avlopstímar og undirvísing í føroyskum sum annaðmál.
• 1 barnsburðarfarloyvisstarv frá 01.08 2023 – 18.02.2024 at undirvísa í grund og miðdeild. Setanarbrotið eitur 1.0
• 1 barnsburðarfarloyvisstarv frá 01.08.2023 – 10.04.2024. Setanarbrotið eitur uml. 0.7
• 4 farloyvisstørv
Endaliga tímatalið til tíðaravmarkaðu lærarastørvini vegna lækkað tímatal, avlopstímar og undirvísing í føroyskum sum annaðmál verður ikki ásett fyrr enn eftir 1. september 2022.
Vit sóknast eftir lærarum, ið kunnu undirvísa í grunddeild, miðdeild og hádeild og við linjugreinalestri í føroyskum, donskum, støddfrøði, alis-/evnafrøði, tónleiki, smíð og ítrótti. Eisini sóknast vit eftir lærara, ið kann átaka sær uppgávuna at undirvísa fremmandamæltum næmingum í føroyskum og stuðla teimum í øðrum lærugreinum í vanligu floksundirvísingini. Høvuðsuppgávan hjá lærarunum er at ráðleggja, gjøgnumføra og eftirmeta undirvísingina. Dentur verður lagdur á, at undirvísingin er næmingalagað og verður skipað við atliti til persónligu, sosialu og fakligu menningina hjá einstaka næminginum. Ráðleggingin fer fram í samstarvi og samráði við lærararnar í árgangstoyminum.
Førleikakrav:
Tú skalt hava útbúgving sum fólkaskúlalærari.
Harafturat verða hesi størv lýst leys at seta í serskúlatilboðnum frá 1. august 2022:
• 1 tíðaravmarkað lærarastarv. Setanarbrotið er 0,75 svarandi til 1350 árstímar.
Vit sóknast eftir lærarum, ið verða partur av sjálvstýrandi toyminum í serskúlatilboðnum. Í serskúlatilboðnum í Hoyvíkar skúla eru 16 næmingar í 1. – 9. flokki.
Høvuðsuppgávan er at ráðleggja, gjøgnumføra og eftirmeta undirvísingina og skúladagin hjá næmingunum í samstarvi og samráði við sjálvstýrandi toymið í serskúlatilboðnum. Arbeitt verður út frá einstaklinga læruætlanum, har hvør skúladagur er skipaður við atliti til menningina hjá einstaka næminginum. Uppgávan er eisini at integrera næmingar í serskúlatilboðnum í skúlaflokkarnar í Hoyvíkar skúla.
Førleikakrav:
Tú skalt hava útbúgving sum fólkaskúlalærari. Tað kann vera ein fyrimunur at hava starvsroyndir við børnum við autismu ella líknandi avbjóðingum.
Tey, ið sett verða, skulu:
• vera stundislig og nærløgd.
• vera fyrikomandi og hava jaligan hugburð móti næmingunum.
• vera við til áhaldandi at menna skúlan.
Í starvsfólkaleiklutinum í Hoyvíkar skúla leggja vit dent á:
• Ábyrgd
• Yrkisføri
• Floksleiðslu
• Samstarv
• Trúfesti
Lønar- og setanartreytir:
Størvini verða sett sum sáttmálasett størv uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan. Størvini sum lærarar verða lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkunum 18.1 – 29.2.
Umsóknin, við CV, avriti av prógvum og møguligum ummælum, skal vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi mánadagin 23. mai 2022 kl. 12:00.
Umsóknin skal stílast til:
Hoyvíkar skúli att.: Jens á Skipagøtu, stjóri Postboks 3073 FO-110 Tórshavn
Umsóknin kann eisini sendast við telduposti til skipagota@skulin.fo Nærri kunning um størvini fæst við at ringja til Jens á Skipagøtu, stjóra, á telefon 217654.
Í Hoyvíkar skúla eru 360 næmingar í 1. – 9. flokki, 49 starvsfólk starvast í skúlanum.
Vitjið okkum á www.hoy.fo
Skúlablaðið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 23 57 73
Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.