Tíðindi

SSP-kveikingardagur aftur á skránni

- Í áhaldandi arbeiðinum at vitanardeila og førleikamenna eru kveikingardagur og ráðstevnur ein týðandi partur. Hósdagin 1. februar 2024 hittast vit á kveikingardegnum 2024.

24.01.2024

Hósdagin 1. februar skipar SSP fyri “Kveikingardegnum 2024” á Hotel Føroyum. Kveikingardagurin var seinast hildin í 2019. Í ár hevur Undirvísingarstýrið sýnt sera stóra vælvild við at rinda fyri, at SSP-lærarar eins væl og leiðarar í førleikastovunum og skúlaleiðarar kunnu taka lut.

Skráin er væl samansett við fyrilestrum, ið á ymsan hátt lýsa avbjóðingar, ið børn og ung, foreldur og starvsfólk møta í gerandisdegnum. Harafturat verður eisini møguleiki at fáa innlit í rák, ið grannalond okkara arbeiða við. Vit eiga at fyrireika okkum til, at mest sannlíkt koma ymsu rákini eisini til Føroya – og hesum mugu vit lofta, soleiðis at arbeiði okkara er fyribyrgjandi.

Vit vilja, at kveikingardagurin kann geva íblástur og hugskot til, hvussu hvør einstakur kann gera mun í gerandis arbeiðinum við børnum og ungum.

Við hesum kveikingardegi, ið serliga er ætlaður starvsfólkum á barna- og ungdómsøkjunum, politikarum umframt øðrum áhugaðum, ynskir SSP-ráðgevingin at kveikja og menna hugskot og vísa á átøk, børnum og ungum at frama. Vit hava øll ávirkan og kunnu gera mun.

Ein av kjarnuuppgávunum í SSP-samstarvinum er, at vit skulu gera okkara til at styrkja ta,ð vit vilja hava meira av, nevnliga trivnað og tryggleika millum børn og ung. Ein onnur uppgáva er at kveikja onnur í samstarvinum.

At kveikja merkir eisini, at vit brenna fyri arbeiðinum, uttan at brenna út. At vit kenna okkara leiklut í ymiskum støðum og tá ið á stendur. SSP-ráðgevingin arbeiðir áhaldandi við vitanardeilan og førleikamenning við ymiskum tiltøkum, sum eitt nú kveikingardegnum, skeiðsvirksemi í SSP og tilfari, og við at eggja til luttøku á árligu ráðstevnuni hjá SSP-samrådet í Nyborg.

At kenna, at tað arbeiðið, vit gera, hevur týdning, verður raðfest og er virðismett, er kveikjandi fyri okkum í SSP-samstarvinum.

Við ynskjum um góðan kveikingardag og gott tvørgreinaligt samstarv.

SSP-ráðgevingin

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.