Leys størv

Spennandi starv sum toymisleiðari í Ljósástovu í Skúlanum á Argjahamri

Talan er um fast starv við lønarbrotið 1,0

Frágreiðing um skúlatilboðið Ljósástovu

Skúlatilboðið hoyrir undir skipanina um serflokk. Tað er eitt samstarv millum Sernám og Skúlan á Argjahamri. Skúlatilboðið er eitt undirvísingartilboð, har veitt verður serundirvísing, sernámsfrøðilig átøk og sernámsfrøðiligur stuðul.

Málbólkurin eru næmingar í fólkaskúlanum, sum ikki fáa nøktandi skúlatilboð í vanligu skipanini í fólkaskúlanum. Hetta er eitt nýtt tilboð, og tú fært tí sum leiðari høvi at seta tín dám á skúlatilboðið. At byrja við fara umleið 8-10 børn at ganga í Ljósástovu.

Stað:

Ljósástova fer at halda til í nýggjum hølum í norðara enda í Látrinum.

Førleikakrøv

Toymisleiðarin er fólkaskúlalærari við eftirútbúgving innan serøkið ella hevur aðra samsvarandi námsfrøðiliga útbúgving við eftirútbúgving innan serøkið.

Okkum tørvar toymisleiðara sum:

• er fyrikomandi og jaligur

• hevur breitt menniskjasýni

• hevur áræði at taka ábyrgd

• dugir at samstarva í toymum

• dámar avbjóðingar og dugir at hugsa kreativt •

Lønar- og setanartreytir

Setanarøkið er Skúlin á Argjahamri. Starvið verður sett sum sáttmálasett starv, uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan. Lærarastarvið er lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokki 18.1-29.2. Um lærari gert toymisleiðari í sjálvstýrandi toymi, fær hann eina mánaðarliga samsýning á 4,6% av mánaðarlønini 29.2. Upphæddin verður útgoldin 1/12. Um námsfrøðingur gert toymisleiðari í sjálvstýrandi toymi, fær hann eina mánaðarliga samsýning, ið er 5% av lønarstigi 21 í lønartalvuni fyri sáttmálasettar námsfrøðingar.

Umsóknir

Umsóknir við avriti av prógvum, c.v. og møguligum ummælum skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi hósdagin 29. mai kl. 12.00 Meira fæst at vita við at seta seg í samband við Marina Sigvaldsdóttir Bláberg, skúlastjóra á tlf. 224240 ella á t-post: marin.sigvaldsdottir@skulin.fo Lýsing av navninum Ljósástova Áin og vatnið sunnanfyri Skúlan á Argjahamri eita Ljósá og staðið verður nógv vitjað av skúlanum. Navnið umboðar ljósið, hesi børnini eru, og tað ljós, ið verður veitt teimum í Ljósástovu


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.