Tíðindi

Soleiðis kanst tú læra barn títt at lesa

Granskarar hava kannað, hvat tú sum foreldur ítøkiliga kanst gera fyri at hjálpa barni tínum á glið at gerast ein betri lesari.

11.04.2017

Foreldur hava ein týðandi leiklut, tá ið børn skulu læra at lesa; tað halda granskarar við Lærda Háskúlan í Århus. Nógv børn hava ilt við at læra at lesa, og hóast skúlarnir ráða foreldrum til at lesa við børnum sínum, koma summi børn kortini ikki á lagið at lesa so skjótt sum ynskiligt er. Avleiðingin av hesum kann vera, at børnini dragna afturum, og tað kann ávirka restina av skúlatíðini.

Nú vísir ein nýggj granskingarverkætlan, hvussu foreldur einfalt og lætt kunnu hjálpa børnunum ávegis. Hesin hátturin snýr seg um at fáa foreldrini við og at fáa tey at skilja, at trupulleikar við at læra at lesa neyðturviliga ikki eru viðføddir – og at tað í grundini snýr seg um at venja við teimum hvønn dag.

Nýggja granskingarverkætlanin grundar niðurstøður sínar á kanning, har 1587 børn í øðrum flokki hava tikið lut. Granskararnir hava samstarvað við Århus kommunu.

- Granskingin hjá okkum vísir, at nøkur fá einføld og ítøkilig ráð kunnu fáa foreldrini til at lesa við børnum sínum á ein munadyggan hátt. Serliga snýr tað seg um børn, hvørs foreldur halda, at børnini hava viðføddar lesitrupulleikar, sigur ein av granskarunum, Simon Calmar Andersen, professari á instituttinum fyri statsvísindi við Lærda Háskúlan í Århus.

Vibeke Myrup Jensen er granskari á deildini fyri skúla og útbúgving á granskingardepli í Danmark. Hon hevur ikki tikið lut í nýggju kanningini, men hon hevur lisið hana og heldur, at hon er áhugaverd.

– Tað er gott at fáa skjalprógvað úrslit, sum kunnu brúkast í verki. Stuðla foreldur børnum sínum í lesingini, ger tað stóran mun. Ikki minst er tað gott, at tað hevur ongan týdning, hvussu foreldrini eru fyri, tá ið talan er um útbúgving, tí ráðini eru nevniliga einføld og gera størstan mun, har tørvurin er størstur, sigur hon.

At fáa børn at lesa – og at fáa tey at gerast góðir lesarar – er ein avbjóðing, sum nógvir skúlar stríðast við. Flestu lærarar heita á foreldur at lesa saman við børnunum hvønn dag, men ikki øll gera tað.

- Nógv foreldur halda, at lesiførleikar eru viðføddir, og tá fokusera tey upp á tað, í staðin fyri at venja við børnunum, tað vil siga lesa við teimum, sigur Simon Calmar Andersen.

Granskararnir hava savnað nøkur einføld ráð, sum børnini fingu heim við í eini tasku saman við nøkrum bókum. Ráðini vóru nøkur punkt á einum arki, sum foreldrini skuldu heingja á køliskapið.

- Tað nýggja er ikki, at foreldrini lesa við børnunum, men vit hava víst teimum á ein ítøkiligan og miðvísan máta at gera tað uppá. Vit hava gjørt nøkur einføld ráð og einfalt tilfar, sum ger tað lætt hjá foreldrunum at fara í gongd, sigur Andersen.

Eini ráð til foreldrini eru at tosa við børnini um bøkurnar, áðrenn tey fara undir at lesa tær, til dømis tosa um, hvat børnini halda, at bøkurnar snúgva seg um. Foreldrini eiga eisini at tosa við børnini um bøkurnar, meðan tey lesa, eitt nú um ymisk orð, sum kunnu vera trupul. Eini onnur ráð eru at rósa barninum fyri at royna at læra at lesa og ikki fokusera á, hvussu tað gongur. Síðst men ikki minst hevur tað týdning at tosa við børnini um bøkurnar eftir, at tær eru lisnar.

- Hetta tekur støði í tí, vit nevna dialogisk lesing; tað er ein ógvuliga einfaldur máti at koma frá bókstavum til orð og síðan til at skilja tekst, sigur Andersen.

Tey 1587 børnini, sum tóku lut í kanningini, vórðu við lutakasti býtt sundur í tveir bólkar. Foreldrini í øðrum bólkinum fingu vanligu vegleiðingina frá lærarunum hjá børnunum, meðan hin bólkurin fekk pakkan frá granskarunum. Síðan kannaðu granskararnir børnini eftir tveimum og sjey mánaðum. Granskararnir góvu eisini foreldrunum spurnablað, har tey vórðu spurd, um tey hildu, at tað fór at hjálpa at lesa við børnunum.

- Vit hava varpað ljós á hugburðin hjá foreldrunum fyri at fáa at vita, um tey halda, at børnini kunnu læra at lesa, sigur Andersen.

Kanningin vísir, at bólkurin, sum fekk vegleiðing frá granskarunum, gjørdist nógv betri lesarar eftir tveimum mánaðum. Hin bólkurin brúkti tveir mánaðir afturat fyri at koma upp á sama stig.

Eftir sjey mánaðum lá fyrri bólkurin framvegis frammanfyri, men bara ein mánað.

Granskingin vísti eisini, at tað serliga eru dreingirnir, sum fingu gagn av hesum átakinum. Sama var galdandi fyri børn, hvørs foreldur hava lítið av útbúgving og eru tilflytarar.

– Øll børnini fingu gagn av átakinum, men summir bólkar fingu størri gagn enn aðrir. Børn av foreldrum við ógvuliga fastlæstum hugburðum fingu størsta gagnið, sigur Andersen.

Vibeke Myrup Jensen heldur, granskingin fer at hava við sær, at børn í Danmark fara at gerast betri lesarar, tí hon hevur ítøkilig boð uppá, hvussu foreldur kunnu hjálpa børnunum.

– Granskingin vísir eisini, at tað eru avbjóðingar at fáa eldhugan hjá foreldrunum at vara. Eftir sjey mánaðum er effektin hálverað, og spurningurin er, um tað er nøkur effekt eftir einum ári. Tað verður spennandi at fáa tann spurningin svaraðan, sigur Jensen.

Sambært Simon Calmar Andersen vísir granskingin, at tað hevur ógvuliga nógv at siga at lesa fyri børnunum. Lærarar viðmæla tað, men tað er lítil skjalprógvan fyri tí, sigur hann.

- Nú kunnu vit prógva, at tað virkar, og vit siga, hvussu foreldur kunnu gera, sigur Andersen.

- Tað snýr seg ikki um at útbúgva soldátar til kappingarsamfelagið, men um at lesa bøkur og at skilja tað, mann lesur. Tað at lesa fyri børnunum hevur virði í sjálvum sær, og børn læra at lesa og finna gleðina við at lesa, og tað hava tey gagn av seinni, sigur Andersen.

Granskarin sigur, at ráðini eru bílig.

- Alternativið er at seta eyka lærarar í starv og økja um stuðulstímarnar til børnini, sum stríðast mest, sigur hann.

Kelda: forskning.no


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.