Tíðindi

Software ella hardware

Onki verður flutt uttan felags stev, ei heldur hendir nakað, um ikki skúlarnir hava telduvørðir, ið eru í fremstu røð. Andrea á Rípuni, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

21.02.2019

Hetta er ein skilagóður spurningur at seta sær. Tøknin er altíð uppi og vendir, og hon verður ofta skeldað út. Eg eri forsangari í hesum kóri, tí tá tøknin ikki riggar, ella hon er torfør at fáa hendur á, tá er ikki lætt at brúka hana til nakað skilagott. Tá er lætt at gevast, áðrenn man er farin í gongd.

Tað er tó keðiligt, at kjakið ongantíð kemur út um teir trupulleikar, ið man møtir í gerandisdegnum. Tøknin er býtt sundur í tveir partar, software og hardware. Hardware fyllir ofta nógv, tá lærarar kjakast, tí uttan hana ber onki til, men tað er software´ið, ið er spennandi. Tað er har, ið vit kunnu fáa krydd til undirvísingina, tað er har, ið vit kunnu lætta um undirvísingina.

Eg var við í einum sera spennandi kjaki, ið snúði seg um, hvat vit vilja við tøkni, og hvørjum tað er, ið man skal hava fatur á, um man vil flyta skúlan tøkniliga. Tosið snúði seg ikki um hardware. Heldur varð tosað um, hvønn leiklut telduvørðurin og lærarin hava. Hvør skal eggja hvørjum? Er tað uppgávan hjá telduvørðum at hava ábyrgd av allari útgerð, samstundis sum hann skal undirvísa næmingum og lærarum at brúka tøknina?

Hvørjum skal undirvísast í? Er tað øllum møguligum, ella hava ymsu skúlarnir gjørt sær sínar felags hugsanir um, hvat tey halda hevur týdning. Onki verður flutt uttan felags stev, ei heldur hendir nakað, um ikki skúlarnir hava telduvørðir, ið eru í fremstu røð. Telduvørðir eru ágrýtnir, men hava tíverri ikki fingið nakra endurútbúgving. Hetta hóast nógv er hent á økinum.

Samskiftið er ikki altíð so gott út á skúlarnar, tá okkurt nýtt skal setast í verk. Nýggjasta dømið er Office 365. Har eru so ótrúliga nógvir møguleikar, men ein stórur partur verður millum lítið og onki brúktur, tí lærara ikki vita, hvørjir møguleikarnir eru, og hvussu teir kunnu brúkast. Tað er ikki nøktandi, at bert ein fer á skeið, sum so skal bera vitanina víðari úti á sínum skúla. Tað er man snøgt sagt ikki førur fyri.

Fyri at tøknin skal festa røtur og brúkast skilagott, eru nakrar fortreytir, ið eru alneyðugar. Telduvørðir mugu og skulu útbúgvast sum skjótast. Skúlar mugu fáa eitt kjak í lag um software, tann námsfrøðilig vinkulin má á breddan. Lærarar mugu fáa holla vitan og læru um teir møguleikar, ið eru við ymsu skipanunum. Tá teir hava fingið hesa vitan, má tíð setast av til at royna hana, so hon festir seg. Hetta merkir ikki, at øll skulu ikki leypa á bláman og gevast við tí, ið er gott við núverandi undirvísing, men heldur at síggja møguleikan í at troyta nýggj mið.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.