Tíðindi

So verða vit PISA-kannað aftur

PISA-kanningin 2018 verður framd í Føroyum í viku 15 og 16, tað er í døgunum 9. til 19. apríl.

09.04.2018

Próvstovan skipar vegna Mentamálaráðið fyri PISA-kanningini og samskiftir við teir skúlar, sum luttaka.

Í kunning frá Próvstovuni sæst, at kanningarstøðini skipa fyri, at høli og annar útbúnaður er klárur til kanningina. Skúlarnir skipa fyri, at næmingarnir koma til kanningarstøðini og um neyðugt fyri flutningi.

PISA 2018 er í fleiri pørtum. Fyrst er stutt frálæra í skipanini. Síðani kemur sjálv PISA-kanningin, ið er í tveimum eindum. Hvør eind varir 60 minuttir. Eftir stuttan steðg kemur seinasti partur av PISA-kanningini. Í hesum parti skulu næmingar svara spurningum um bakstøðið hjá sær.

Hetta eru spurningar, ið millum annað kunnu vera um útbúgving hjá foreldrum, arbeiðsvanar í skúlahøpi, trivnað og nýtslu av KT.

PISA 2018 verður bert framd á teldu. Kanningarstøðini tryggja, at allar teldur (PC’arar eins og MAC-maskinur) eru vælvirkandi og kunnu sleppa út á internetið at senda svarið til PISA.

Skúlarnir skipa fyri, at næmingar hava við sær ella fáa frá skúlanum 2 blonk A4-ørk, blýant/penn, viskileður.

Skúlaleiðari ella lærari kemur við næmingum til kanningarstaði og er tøkur meðan kanningin er.

Kanningin er ein samanhangandi heild. Næmingarnir eru í kanningarhølinum alla kanningartíðina. Umráðandi er, at skúlarnir minna næmingar á at hava fløsku við vatni og onkra frukt við sær. Næmingarnir mugu ikki fara úr hølinum teir umleið 4 tímarnar, PISA kanningin varir.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.