Bloggur

Slekt og slag og skeivt kyn?

Lydia Didriksen, lærari, skúlabókavørður og fyrrverandi námslektari á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya, bloggar

12.04.2022

Hann stóð og hoppaði framman fyri mær, tí hann var so spentur. Hann vildi sleppa at skriva á talvuna, so hann kundi vísa allari verðini, at hann dugdi at skriva tøl, og at hann dugdi at plussa og minusa. Hann var sum ein kátur hundahvølpur, har hann stóð og leikaði í beint framman fyri mær.

Nakað seinni fortaldi eg einum lærara um henda lívliga dreingin, sum dugdi so væl. Lærarin  lurtaði, meðan hann hugdi niður á meg, so læt í honum: “Tú, nú skal eg siga tær eitt. Hatta slagið, sum hasin drongurin er av, hevur altíð verið býtt. Ikki vænti eg, at hasin er nakað øðrvísi!”

Seinni havi eg fleiri ferðir hoyrt hetta sama, at næmingar hoyra til eitt ávíst slag. Eg veit ikki neyvt, hvat tað merkir, ella hvussu tað verður skilmarkað; men eg havi varhugan av, at tað snýr seg um, at ein næmingur tá verður mettur eftir, hvørjum fólkum hann er av. Hjá einum lærara, ið ikki er kunnugur við slekt og slag í eini bygd alla býi, er torført at síggja henda samanhangin.

Nú – t.v.s. hesi seinastu 5-10 árini – hevur ein nýggjur diskursur tikið seg upp ímillum fólk, ið eru um børn dagliga. Hesin diskursur snýr seg um kyn. Nú verður sagt, at vit skulu ikki hava somu væntanir til dreingjabarnið sum gentubarnið, tí dreingjabarnið er ikki eins væl útborið sum gentubarnið.

Eg havi hoyrt foreldur og fakfólk grundgeva hesum skotsmáli við, at dreingir fata ikki eins væl og gentur, teir fata ikki líka so skjótt sum gentur, og teir hava ikki somu førleikar at ogna sær vitan sum gentur. Teir megna ikki at hugsavna seg, tískil læra teir ikki tað, sum teir skulu sambært ásetingum og námsætlanum, men verða afturútsigldir longu frá fyrsta degi av.

Ein loysn kundi verið, halda summi, at dreingir fóru seinni í skúla, so teir eru á hædd við genturnar, tá ið teir byrja í fyrsta flokki.

Eg havi ikki varnast, at dreingir ikki hava somu kognitiv evni sum gentur. Flokkar eru so ymiskir. Í summum flokkum er yvirvág av fakliga sterkum næmingum, í øðrum er yvirvág av fakliga veikum næmingum, og í teimum flestu flokkunum er javnvág ímillum tey sterku og tey veiku við eini breiðari miðju.

Vit kunnu altíð grunda um, hvørja ávirkan slekt ella slag ella kyn hevur á okkara væntanir um úrslit. Eisini kunnu vit grunda um, hvørji úrslit spyrjast burturúr, tá ið ongar væntanir eru um úrslit.  

Eg skal annars heilsa frá tí káta purkinum og siga, at hann er liðugur at útbúgva seg og hevur fingið sær høga tekniska útbúgving.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.