Tíðindi

Skúlabókasøvnini mugu raðfestast hægri

Lesivanar og dugnaskapur hanga saman, og tí er umráðandi, at skúlavarðaútbúgvingin og skúlabókasøvnini verða raðfest. Tað heldur Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags.

03.02.2020

Næmingar í Føroyum lesa ov lítið. Tað staðfestir stóra kanningin av lesivanum, sum varð gjørd um ársskiftið 2017/2018. At næmingar sum heild lesa ov lítið kunnu vit eisini lesa burtur úr seinasta PISA-úrslitinum, ið varð almannakunngjørt í desember.

- Hyggja vit nærri at PISA-úrslitinum, so síggja vit, at vit hava so at siga ongar næmingar, sum verða bólkaðir millum teir dugnaligastu. Tað eigur ikki at verið so, og tí eigur okkurt munagott at verða gjørt. Fáa vit útbúgvið fleiri skúlabókavørðir og raðfest skúlabókasøvnini hægri, so rokni eg við, at hetta fer at síggjast aftur í betri lesivanum, og at vit fáa fleiri dugnaligar næmingar. Eldhugaðir skúlabókavørðir, lesivegleiðarar og lærarar í mállærugreinunum kunnu vera við til at fáa næmingar at lesa meiri. Fara næmingar at lesa meiri, serliga teir sera dugnaligu, so mennast teir fakliga, og tað fer at gera, at vit fara at hava næmingar, sum standa seg sera væl. Meiri teir lesa, størri er vitanin, fjølbroyttari er teirra hugsanarháttur, gjøllari hava teir hugsað um spurningarnar, og breiðari er teirra grundarlag at meta út frá; hesir næmingar lesa ikki bara lættar bókmentir, teir søkja sær eisini lesnað, sum er trupul og avbjóðandi, sigur Jacob Eli S. Olsen.

Tað eru fimtan ár síðan, at skúlabókavørðir seinast vórðu útbúnir, og fleiri skúlar mangla útbúnar skúlabókavørðir. Nú má útbúgvingin setast á dagsskránna, heldur formaðurin í Føroya Lærarafelag.

- Tað ljóðar úr nógvum heraðshornum, at vit mugu gera eitthvørt, soleiðis at næmingar, sum eru væl fyri, verða mentir meiri. Tað hoyrdu vit í kjalarvørrinum á seinasta PISA-úrslitinum, frá Námi, frá Námsvísindadeildini og frá skúlaleiðarum. Eisini landsstýrismaðurin segði, at vit vilja hava næmingar, sum teljast millum teir fremstu. Skulu vit tað, mugu vit fáa fleiri næmingarnar at arbeiða meiri fakliga og bókliga. Ein liður í hesum, at undirvísingin byggir á opnari undirvísingarhættir, og at nýtt tilfar verður gjørt; annað er betri lesivanar. Kanningin av lesivanum vísir, at bara tíggjundi hvør næmingur í 9. flokki lesur av egnum vilja. Tað er nógv minni enn donsku javnaldrarnir gera. Vit hava so at siga ongar næmingar millum teir dugnaligastu í PISA, og ein orsøk er heilt vist, at teir lesa minni. Veikari lesiførleiki í PISA-høpi merkir, at tú klárar teg verri.

Eitt er skúlabókavarðaútbúgvingin, sum leingi hevur ligið á láni, annað er at gera umstøðurnar at hava góð og kveikjandi skúlabókasøvn betri. Tímarnir, sum skúlabókasøvnini fáa, eru alt ov fáir, um líkindi skulu vera fyri, at tey eru námsfrøðiligir kveikingardeplar.

- Ásetingin til skúlabókasøvnini er ein minimunáseting; tað hevur verið frammi til hvørja samráðing at broyta hana, men vit eru tíverri ikki komin á mál. Tað snýr seg um at hava ein vilja at gera nakað munagott. Undanfarna landsstýriskvinnan, Hanna Jensen, broytti tímarnar til lestrarvegleiðingina, soleiðis at teir fingu væl fleiri tímar til sítt arbeiði. Sama kundi verið gjørt, tá ið talan er um skúlabókasøvnini.

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.