Tíðindi

Skulu vit gera sum í Grønlandi?

Í Grønlandi er heitt kjak um at broyta lógina soleiðis, at danskt verður vrakað sum fyrsta fremmandamál, og at enskt í staðin fær heiðurin. Hetta hevði komið til sjóndar í skúlaverkinum við, at undirvísingin í enskum hevði byrjað fyrr, og at byrjað hevði verið seinni við donskum. Møguliga merkir tað eisini, at fleiri tímar høvdu verið settir av til enskt og færri til danskt.

20.08.2018

Eyðun á Borg, lærari í Skúlanum á Argjahamri, spyr, um vit ikki áttu at gjørt tað sama. Hann grundgevur við, at vit føroyingar, eru so umgirdir av donskum, at vit altíð fara at duga nóg væl danskt, og at tað tí ikki hevði skatt, um vit høvdu lært okkum enskt eitt sindur betur. Hann heldur, at tað kundi borið til at lækkað tímatalið í donskum og hækkað tað enska, uttan at vit mistu okkara førleika í donskum.  Hetta hevði havt við sær, at vit høvdu dugað danskt nóg væl til at vera partur av norðurlendska samstarvinum, samstundis sum vit høvdu dugað betur enskt.

Næmingar duga betur enskt í dag

Tað er ein sannroynd, at børn og ung eisini eru umgird av enskum í nógv størri mun enn fyri fáum árum síðan, og hetta vindur upp á seg. Børn og ung lesa og hoyra enskt á internetinum, har tey reika á sosialum miðlum, spæla telduspøl og hyggja at sjónbondum á enskum. Millum ung er áhugin ofta størri fyri enskum undirhaldi og lesnaði enn fyri donskum.

Í skúlanum sæst hetta aftur, tí næmingar duga betur enskt, enn teir gjørdu fyri 10-20 árum síðan. Enskt liggur tó fjart frá okkara móðurmáli, og tí hava summir næmingar trupult við at stava enskt, kanska serliga yngru næmingarnir. Tað er ofta lættari at stava danskt, tí tað liggur tættari at okkara móðurmáli, og tað stavast meir ljóðfrøðiliga enn enskt.

Vilja heldur lesa enskt

Á skúlabókasøvnum síggjast ein rúgva av donskum bókum, meðan ensku bøkurnar eru við undirlutan. Hetta endurspeglar ikki áhugan hjá næmingunum, sum ofta heldur vilja lesa eina enska bók enn eina danska. Serliga í framhaldsdeildini eru nøkur, sum kundu hugsað sær fleiri enskar bøkur, og tað heldur Eyðun eisini kundi verið ynskiligt fyri áhaldandi at menna áhugan og førleikan í enskum.

Framtíðin hjá danskfakinum

Spurdur, um danskt eigur at varðveita sín sjálvsagda rætt og nøgd av tímum á tímatalvuni, svarar Eyðun, at vit møguliga áttu at raðfest enskt fram um danskt. Tó heldur hann, at vit eiga at halda á við at hava nakað av donskum og norðurlendskum í fólkaskúlanum

fyri at varðveita og bera víðari okkara felags norðurlendsku mentanarfatan og arbeiðs- og lestrarmøguleikar.

Les alla greinina í Skúlablaðnum, sum júst er komið

 

 

 

 

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.