Tíðindi

Skulu skúlapolitisku málini røkkast, má ein kós setast

Tað sigur Eyðun Gaard, stjóri á Námi, sum í Skúlablaðnum beint fyri jól hugleiðir um fólkaskúlapolitikk í samgonguskjalinum undir yvirskriftini: Stevnufastur viti ella bert orð uttan kós. Í greinini samanber hann nýggja samgonguskjalið við fleiri undanfarin samgonguskjøl

06.02.2020

Hvat fer hetta skjalið at týða fyri fólkaskúlaøkið næstu fýra árini? Eg havi nærlisið samgonguskjalið gjølla. Og eg kann staðfesta, at skjalið, hóast tað er sera breitt orðað viðvíkjandi skúlaøkinum, hevur fleiri ítøkilig punkt viðvíkjandi okkara arbeiðsøki, og at nógv av hesum sær rímiliga gott út fyri fólkaskúlaøkið. Okkurt er nýtt og sær spennandi út. Okkurt tykist løgið. Meðan okkurt, eftir mínum tykki, manglar.

Meira tilfar til skúlan

Tað stutta av tí langa er, at samgonguskjalið sigur, at Nám skal framleiða meira undirvísingartilfar, at vit skulu gera meira talgilt tilfar, at vit skulu framleiða tilfar til allar pallar, umframt at vit, sum nakað nýtt, skulu framleiða serstakt tilfar til skúlanæmingar, sum hava føroyskt sum annaðmál.

Hesi fýra punkt samsvara øll við stevnumið hjá okkara stovni. Sama er við orðingunum um at styrkja kreativu og handaligu førleikarnar hjá næmingunum. So tað er gott!

Vit fegnast eisini um, at samgonguskjalið leggur upp til framhaldandi at styrkja málmenningina hjá øllum næmingum, til framhaldandi at stuðla lesi- og skriviveikum næmingum, og til, at vit menna skúlatilboðini til okkara næmingar, sum hava menningartarn. Hesi eru eisini øll øki, sum Nám ynskir áhaldandi at kunna menna saman við skúlanum og myndugleikanum.

Hvat samgonguskjalið fer at týða fyri fólkaskúlaøkið komandi fýra árini valdast vilja og strategi. Skulu skúlapolitisku málini røkkast, má ein kós setast. Og kósin kann bert setast um ein holl skúlapolitisk strategi verður gjørd beinanvegin við greiðum raðfestingum.

Onki samgonguskjal skapar í sjálvum sær gott undirvísingartilfar til skúlan. Ei heldur menning í fólkaskúlanum. Eitt er skjalið, eitt annað er viljin, og hvussu sett verður út í kortið.

Meira tilfar á øllum miðlapallum

Tá tað kemur til útgávur og Nám, hevur samgonguskjalið fleiri orðingar, ið peika fram ímóti, at vit skulu framleiða meira undirvísingartilfar á øllum miðlapallum. Vit á Námi fegnast um hetta og vóna, at hesar orðingar síggjast aftur í fíggjarlógini, sum ein veruligur politiskur vilji, tí hetta kostar pengar.

Tann eina er: Samgongan vil arbeiða fyri at styrkja móðurmálið m.a. við at útvega meira av føroyskum undirvísingartilfari í fólkaskúla og miðnámi. Hin orðingin er: Framleiðsla av føroyskum tilfari til børn og ung verður raðfest á øllum miðlapallum.

Samgongan frá 2015 orðaði seg soleiðis: Samgongan vil styrkja framleiðslu av fjølbroyttum og tíðarhóskandi frálærutilfari á føroyskum til allar aldursbólkar. Føroyskt mál innan samskiftistøknina skal vera partur av hesum arbeiði.

Her er kanska ikki tann stóri munurin. Tó skrivar nýggja samgongan ikki eins og undanfarna, at undirvísingartilfarið skal vera fjølbroytt og tíðarhóskandi.

Nám hevur stórar ætlanir og raðfestingar fleiri ár fram í tíðina viðvíkjandi góðum undirvísingartilfari, bæði til fólkaskúlan og miðnám, so samgongan skal vera heilt vís í, at vit fara at gera okkara besta fyri at røkka hesum máli.

Brot úr stórari grein eftir Eyðun Gaard í Skúlablað nr 6, 2019. Les alla greinina í blaðnum.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.