Leys størv

Skúlastjóri í Vestmanna Skúla

Hevur tú áhuga og hegni at átaka tær leiðslustarv í føroyska fólkaskúlanum og virka fyri alsamt at menna skúlans arbeiði, so hevur tú møguleika at søkja starvið sum skúlastjóri í Vestmanna Skúla.

Í Vestmanna skúla verða 184 næmingar í 1. – 10. fl. næsta skúla. 20 lærarar í føstum starvi starvast í skúlanum. Starvið sum skúlastjóri í Vestmanna skúla verður sett frá 1. september 2021 ella skjótast til ber aftaná tað.

Um starvið

Skúlastjórin hevur fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluna og ábyrgd av virksemi skúlans. Hann skal fremja góðar arbeiðsumstøður og gott samstarv millum skúla og heim, og í samstarvi við foreldrini virka fyri, at næmingarnir fáa eina mennandi og fjølbroytta undirvísing.

Harumframt skal skúlastjórin vera førur fyri at inna eina mennandi starvsfólkaleiðslu, skapa umstøður hjá tí einstaka fyri samábyrgd og ávirkan og tryggja, at lærarar skúlans hava umstøður fyri fakligari menning. Eisini skal skúlastjórin skapa virðing fyri skúlanum og leggja dent á støðuga menning.

Førleikakrøv

Umsøkjarar skulu hava fólkaskúlalæraraútbúgving og starvsroyndir í fólkaskúlanum.

Harumframt er tað ein fyrimunur, um umsøkjarar hava leiðsluroyndir og skeið ella útbúgving í leiðslu

Hava áhuga fyri avbjóðingum og førleika at taka neyðugar avgerðir

Setanarviðurskifti

Setanarøkið er undir Uttanríkis- og mentamálaráðnum við fyribils tænastu í Vestmanna Skúla. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum. Starvið er flokkað í lønarflokki 35.1 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag,

Umsóknir

Umsókn saman við avriti av læraraprógvi, C.V. og møguligum viðmælum skal verða Uttanríkis- og mentamálaráðnum í hendi í seinasta lagi 16. august 2021.

Umsóknin verður stílað til:

Uttanríkis- og mentamálaráðið Tinghúsvegur 5-7
Postrúm 3279
110 Tórshavn

ella við t-posti: ummr@ummr.fo

Tey, ið ynskja fleiri upplýsingar um starvið, kunnu ringja til Jenny Lydersen, undirvísingarleiðara, tlf. 555044, t-postur: jenny@ummr.fo.

Uttanríkis- og mentamálaráðið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál, mentamál, gransking og uttanríkismál. Harafturat eru uppgávur viðvíkjandi kirkju, loftmiðlum og frítíðarvirksemi. Sí heimasíðu skúlans www.vestmannaskuli.fo


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.