Tíðindi

Skjót hjálp ger stóran mun

Skúlar siga skjótari frá í dag um skúlaaftran, ofta longu í grunddeildini; tað ger, at teir kunnu seta inn beinanvegin.

09.03.2023

Donsk hagtøl yvir eitt heilt skúlalív vísa, at næmingar, sum hava nógva fráveru í hádeildini, eisini hava havt nógva fráveru í grunddeildini. Tølini vísa, at næmingar, sum hava um 10 prosent í fráveru í øðrum flokki, eru javnt líka nógv burtur úr skúla næstu árini, og so veksur fráveran spakuliga í 5. og 6. flokki, til hon verður stór í 7. flokki og ógvuliga stór í hádeildini. Hesir eru 33 prosent av næmingunum.

Næmingar, sum hava minni fráveru enn hetta, eru burtur av og á frá øðrum flokki og forsøma millum 5 og 10 prosent, fáa ikki hægri fráveru, so hvørt árini ganga. Hesir eru 26 prosent av næmingunum. Næmingarnir við lítlari og ongari fráveru eru teir flestu, teir eru 42 prosent av næmingunum. Henda fráveran er gjørd upp í prosentum sambært tali á skúladøgum í mánaðinum, og tað eru næmingar í 2.-9. flokki, sum eru við í hagtølunum.

Vanligt hevur verið, at skúlar ikki síggja fráverumynstrið hjá einstøku næmingunum, fyrr enn alt ov long tíð er fráliðin, men tíbetur er størri tilvit um hesi viðurskiftini í skúlunum í dag samanborið við fyri ikki so langari tíð. Skúlar siga skjótari frá, ofta longu í grunddeildini; tað ger, at teir kunnu seta inn beinanvegin. Kanska vísir tað seg seinni, at sami næmingur aftur hevur nógva fráveru, men so hevur mann eina betri mynd av, hvørjar avbjóðingar hava gjørt seg galdandi, og hvørjar loysnir møguliga vera, siga Margreth Olsen, stjóri á Sernámi, og Tórfríð Danielsen, sálarfrøðingur á Sernámi.

Tá ið fráveran fer upp um 10 prosent, kann talan vera um stúrandi fráveru, um hetta er eitt mynstur yvir tíð og ár. Nógv frávera í stutta tíð nýtist ikki at elva til stúran.

Hyggja vit at tølunum fyri tey, sum fáa tímar til heima- og sjúkraundirvísing, so hava tað verið fleiri dreingir enn gentur, men síðsta skúlaárið vóru genturnar væl fleiri. Enn kenna vit ikki tølini fyri verandi skúlaár. Taka vit tey uppí, sum eru partur av sertilboði, eru tølini nógv størri. Talið av næmingum í sertilboðum er vaksið nógv seinastu árini, úr 131 næmingum skúlaárið 2018-2019 til 228 hetta skúlaárið – tað vil siga nærum ein tvífalding. Rættiliga nógv av teimum, sum eru partur av sertilboði, hava havt skúlaaftran styttri og longri tíðarskeið.

Les samrøðu við Margreth Olsen og Tórfríð Danielsen í Skúlablað nr 1, 2023.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.