Tíðindi/Greinar

27.02.2023

Skipan av skúlaárinum

At finna eina loysn, sum passar best til øll familjumynstur, er ógjørligt. Jona Højsted, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Tað er landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, ið ger av, hvussu skúlaárið verður skipað. Seinast broytingar vóru gjørdar, var ein vika løgd aftrat summarfrítíðini hjá næmingunum, meðan lærarar og onnur starvsfólk í skúlunum fingu eina viku til eftirmeting og annað ráðleggingararbeiði. Móttøkan var ymisk – onkur helt hetta vera eina skilagóða loysn, meðan onnur vóru meiri ivasom. Tað var ongantíð nakað ivamál hjá okkum, sum sótu á fundi við táverandi landsstýrisfólk, at ynskið var at menna skúlan og at tryggja betri umstøður til samstarv hjá starvsfólkunum í skúlunum kring landið.

Nú er frammi, at vit kunnu vænta okkum, at børnini fáa vetrarferiu, møguliga longu frá komandi skúlaári. Eisini hesaferð eru fólk ymisk á máli um, hvørt hetta er skilagott ella ikki. Fleiri foreldur, sum eg havi tosað við, halda tað vera skilagott, at børnini fáa vetrarferiu, meðan onnur halda, at skúlin er ríkiliga avbrotin sum er. Eisini lærarar eru ósamdir um hesa loysnina. Onkur heldur tað vera gott at fáa eitt andarhol hesa myrkastu tíðina, og onnur eru sera fegin um tíðina frá jólum til páskir, tí tá eru flest samanhangandi vikur við undirvísing.

Tað eru óivað fleiri, ið høvdu havt gagn av eini vetrarferiu. Vetrartíðin hjá okkum er serliga myrk, og oftast er veðrið ófantaligt. Hetta kann vera ein tíð til heimahugna ella til at fara av landinum, soleiðis at ein upplivir sól og summar hesa myrku tíðina. Samstundis eru nógv, sum ikki hava ráð at fara av landinum. Tað kann vera trupult at fáa frí úr arbeiði mitt í árinum, ella kanska missa tey inntøku, um tey ynskja at vera heima hjá børnunum, tá ið tey ikki eru í skúla. At summarfrítíðin bleiv longd eina viku, hevði avgjørt neiliga ávirkan á fleiri familjur. Serliga er tað trupult hjá báðum foreldrum at hava feriu samstundis, um tey hava tørv á, at onkur er heima allar átta vikurnar. Eisini hjá foreldrum, sum hava sesongarbeiði, og serliga arbeiða summarhálvuna, er tað helst kærkomið at fáa eina viku saman við børnunum í februar.

Summarið í Føroyum er stutt, tó so er tíðin frá fyrst í juni til ólavsøku ljós. Vit hava ljósar nætur og kunnu vænta okkum dagar við sól og hita. Hesa tíðina eru vit fleiri, sum eru fegin um, at børnini ikki eru bundin at skúlanum. Sjálv haldi eg tað vera ein gáva, at børnini hava fingið nakrar dagar aftrat summarfrítíðini, tá ið sólin stendur hægst á himmalinum, og næturnar eru ljósar. Sum eg havi skilt tað, so er tankin at taka eina viku av summarferiuni, soleiðis at hon verður sjey vikur, og leggja eina viku í februar í staðin.

Um vetrarferia verður ella ikki, vita vit ikki, men eitt er vist, tað, sum onkur fegnast um, er kanska ein avbjóðing hjá onkrum øðrum. At finna eina loysn, sum passar best til øll familjumynstur, er ógjørligt. Mín vón er tó, at tá ið stórar broytingar eru á skúlaøkinum, verða tær gjørdar í einum samstarvi millum Føroya Lærarafelag og Barna- og útbúgvingarmálaráðið.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan