Tíðindi

Skiftið frá barnagarði til skúla ov stórt

Granskarar hava nøkur góð ráð, sum vit kunnu tryggja eitt gott skifti frá barnagarði til skúla.

03.08.2022

Í Noregi er lógarásett, at skúlar og barnagarðar skulu samstarva um skiftið frá barnagarði til skúla og frítíðarskúla. Áður lá ábyrgdin hjá barnagørðunum einsamøll. Men gransking bendir á, at skúlin framvegis stríðist við, at børn fáa eina so góða byrjan sum til ber í skúlanum.

– Tað er umráðandi, at grunddeildin í skúlanum heldur fram við námsfrøðini, sum børn kenna úr barnagarðinum, sigur Tuva Schanke, granskari við Læraraskúlan NTNU í Noregi.

– Dømi um hetta kann vera, at børn kenna aftur ymiskt virksemi, sum teimum dámdi í barnagarðinum, ella at skúladagurin verður skipaður, sum hann verður skipaður í barnagarðinum.

Schanke hevur staðið fyri eini kanning, har hon hevur eygleitt tveir skúlar og tveir barnagarðar í einum tíggjumánaðarskeiði. Til samans tóku 57 børn lut í aldrinum 5 og 6 ár og 12 vaksin.

Inkludering, samstarv og felagsskapur

Í barnagørðunum, sum Schanke vitjaði, arbeiddu tey elstu børnini við estetiskum úttrykkum í bókmentum, náttúru og list. Tey vóru útferð og gjørdu ymsar verkætlanir, har tey savnaðu og mentu bæði sosialar og skúlaviðkomandi førleikar. Alt fór fram bæði inni og úti, og børnini arbeiddu í felagsskapi. Innandura savnaðu starvsfólkini ofta tey elstu børnini rundan um eitt stórt borð, har tað var pláss fyri, at øll sluppu at arbeiða. Lagt var upp til, at børnini góvu hvørjum øðrum íblástur og hjálptu hvørjum øðrum. Tey kundu flyta seg frítt runt í rúminum og tosa vit tey, tey høvdu hug. Arbeiðið var lagt soleiðis til rættis, at børnini kundu vera við á ymsan hátt við at hava ymiskan leiklut í tí, sum fór fram, og tey brúktu kropp, mál og ymiskt tilfar.

Barngarðarnir settu virksemið í samband við inkludering, samstarv og stuðul við endamálinum at menna vinalag og felagsskap.

– Í barnagarðinum høvdu børnini mangan møguleikan at velja tað, tey høvdu hug at gera, og tey høvdu ávirkan á innihaldið. Fyri trivnaðin hjá nógvum børnum var tað positivt at møta einum skúla, sum gevur teimum pláss at taka lut á ymsan hátt, sum tey kenna aftur úr barnagarðinum, sigur Schanke.

Individuell læring og nýggjar reglur

Í skúlaflokkunum, sum Schanke vitjaði, vóru háttaløg og virksemi, sum børnini kendu frá barnagarðinum, brúkt. Men í skúlin var skipaður á heilt annan hátt, enn børnini vóru von við úr barnagarðinum. Bólkarnir av børnum vóru størri, og færri vaksin vóru til staðar. Dagarnir vóru skipaðir eftir skemu við tímum og fríkorterum. Børnini høvdu fast pláss í skúlastovuni, og tað var minni samstarv.

Tað var stórt fokus á individuella læring og minni fokus á felagsskapin.

– Nógv virksemi og háttaløg í skúlanum eru vanliga lærarastýrd. Tá verður tað verri hjá børnunum at taka lut á sama hátt, sum tey gjørdu í barnagarðinum. Har tóku børnini stig til og gingu á odda fyri virkseminum, gjørdu ymiskt í felag og greiddu fegin hinum børnunum frá tí, tey gjørdu. Á henda hátt lærdu børnini at inkludera allan bólkin, sigur Schanke.

Kann vera ringt at sita still

Schanke eygleiddi, at byrjanin í skúlanum í august var eyðkend av, at næmingarnir skuldu læra nýggjar reglur um fyri atburð og arbeiðsfrið. Næmingarnir skuldu lurta, meðan hini tosaðu, taka ímóti og fylgja boðum og sita í friði á einum føstum plássi. Tey skuldu arbeiða við uppgávunum og rætta hondina upp, um tey vildu siga okkurt. Á henda hátt var skiftið til einum størri barnabólk við færri vaksnum til staðar serlig týðiligt. Frítt virksemi og spæl gav teimum møguleika sjálv at gera av, hvat tey gjørdu, var bara í fríkorterinum, og tá tey fóru túr.

– Fyri summi børn gerast hesir munirnir í virkseminum og háttaløgunum ov avbjóðandi, serliga at sita still, arbeiða sjálvstøðugt við uppgávum, tey høvdu fingið frá læraranum og ikki sjálvur at sleppa at gera av, hvat hendir, sigur Schanke.

Nøkur børn í fyrsta flokki siga, at tey sakna gerandisdagin í barnagarðinum, serliga tíðina tey sluppu at spæla við onnur børn.

Schanke sigur, at tað – sambært hennara gransking – og fleiri øðrum granskingarkanningum, eru stórir munir á síðsta árinum í barnagarðinum og fyrsta flokki.

Mótstøða móti reglunum í skúlanum

Schanke varnaðist, at tá ið næmingarnir í fyrsta flokki vóru við í einum lurtikróki, sum er eitt virksemi, har lærarin fer ígjøgnum fakligt tilfar og setir spurningar til børnini, so brutu ella bendu næmingarnir sjálvir reglurnar fyri at taka lut. Á henda hátt vóru teir meiri virknir enn reglurnar hjá læraranum í grundini løgdu upp til.

– Í mínari kanning var tað greitt, at summi børn høvdu ilt við at sita still og fylgja við, meðan lærarin greiddi frá og tosaði, meðan onnur børn høvdu ilt við at svara spurningum.

– Børnini høvdu ilt við at halda seg til reglurnar at svara ein og ein, tey tosaðu heldur øll í senn og svaraðu heilt spontant, og hjálptu hvørjum øðrum at finna svarini til spurningarnar, sigur Schanke.

Hon eygleiddi, at við at gera mótstøðu ímóti normunum og reglunum í skúlanum, so megnaðu næmingarnir at skapa meiri rúm fyri at luttøku í lurtikrókinum.

– Í skúlanum eru nógvar reglur. Mótstøðan kann skiljast sum, at tey vilja hava ávirkan á sín egna gerandisdag og at sleppa at hava áhugamál, tey sjálv vilja ráða fyri.

– Nettupp tað at lurta og síggja, hvat børnini gera, kann geva okkum týdningarmikla vitan um, hvar og hvussu børnini vilja hava meiri rásarúm, sigur Schanke.

Skúlin og barnagarðurin mugu kunna seg við hvørt annað

Schanke leggur dent á, at fyri at fáa eitt gott skifti, eiga skúlin og barnagarðurin at seta tíð av at kunna seg við hvørt annað, gjarna saman við elstu børnunum í barnagarðinum og næmingunum í fyrsta flokki. Á henda hátt kann skúlin byggja víðari upp á royndirnar, sum børnini hava við sær inn í fyrsta flokk.

Hetta kann geva børnunum eina kenslu av tryggleika og samanhangi.

– Um skúlin kunnar seg við umhvørvið í barnagørðunum, sum børnini koma frá, fáa tey eina góða fatan av, hvat børnini eru von við, hvat teimum dámar, og hvussu tey arbeiða við ymiskum verkætlanum.

– Um somu tíð er tað gott fyri børnini at kunna seg við skúlan, meðan tey ganga síðsta árið í barnagarði. Tá kunnu tey gerast trygg við, hvussu tað er har, og hvørji tey vaksnu eru. Kanska kunnu tey spæla eitthvørt ella gera okkurt, sum tey kunnu gleða seg til, tá ið tey koma aftur í august, sigur Schanke.

Eftirlýsa meiri spæli

Schanke heldur, at tað eigur at vera meiri spæl í skúlanum, og at lærararnir eiga at geva størri rásarúm fyri ymiskum virksemi, sum eitt nú inkluderar vinalag, forvitni og rekativitet fyri at fáa fleiri næmingar við.

Á henda hátt kann skúlin kennast meiri meiningsfullur, viðkomandi og aldurssvarandi til tey í fyrsta flokki.

– Tað er eisini umráðandi at skilja, fyri báðar partar, at børn ikki eru liðug við barnagarðslívið, tá ið tey byrja í skúlanum. Børnini hava nógvar royndir frá barnagarðstíðini, og hesar royndirnar brúka tey virkið, tá ið tey koma í skúla, sigur Schanke.

– Fara børnini at læra tað, tey skulu í fyrsta flokki, um námsfrøðin í barnagarðinum verður flutt inn í skúlan?

– Premissið um «at læra» er avbjóðandi, tí førleikamál verða ikki sett fyrr enn í øðrum flokki. Tá tað er sagt, so granska, uppdaga og læra børn nógv í barnagarðinum, og bæði henda og aðrar kanningar hava víst, hvussu nógv børn duga, hvussu kreativ tey eru, og hvussu væl tey duga at samstarva.

– Tað er góð grund at halda, at børn kunnu menna førleikarnar, tey fáa í barnagarðinum víðari í skúlanum við hesi tilgongdini, sigur Tuva Schanke.

Kelda: forskning.no


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.