Tíðindi

Skeri eg teg her, so missi eg teg har

Skúlamyndugleikin setur órímilig krøv til lærararnar í fólkaskúlunum. Kravið er, at lærarin skal brúka meira tíð til arbeiðið fyri trivnaðinum hjá tí einstaka næminginum og meira tíð til at samstarva sínámillum og við aðrar partar uttan fyri skúlan, samstundis sum einstaki lærarin er settur at undirvísa størri part av síni arbeiðstíð. Hetta hongur ikki saman. Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags

20.07.2020

Lærarar í fólkaskúlanum merkja sviðan av, at skúlamyndugleikin roynir at sleppa uttan um sannleikan í tiltakinum ”skeri eg teg her, so missi eg teg har”. Kravið er at fáa bæði, men tað letur seg ikki gera. Tað hongur ikki saman, at lærarar skulu undirvísa tveir tímar fleiri um vikuna og samstundis hava meira arbeiðstíð til samstarv og trivnaðararbeiði. Veksur ein byrða, so má ein onnur minka. Um hendan gongdin ikki vendur, so velur gerandisdagurin fyri okkum, og vit standa eftir við ongum. Hetta gongur væl upp í rokniarkinum, men í veruleikanum førir tað til møddar lærararar, og næmingurin stendur eftir sum taparin.

Við at lærararnir eru settir at undirvísa meira, so er ikki sama tíð og orka til samstarv og arbeiði fyri trivnaði hjá einstaka næminginum. Hetta er tíverri eisini uppskriftin uppá eitt skaðiligt sálarligt arbeiðsumhvørvi, har krøv og umstøður ikki hanga saman. Úrslitið sæst longu, at lærarar hokna undir ójavnanum millum ov høg krøv og vantandi umstøður. Her má vend koma í, ella er verri í væntu. Og rokningin frá hesum sparingunum endar aftur í landskassanum.

Hvussu stór ein stór undirvísingarbyrða er kann gerast við eini samanbering. Í føroyska fólkaskúlanum undirvísa lærarar um 28 tímar um vikuna; hetta er væl hægri enn í okkara grannalondum, ið hava eina líknandi skúlaskipan sum vit. Í Ballerup kommunu undirvísa lærarar í mesta lagi 25 tímar um vikuna, og í Finnlandi, ið eru úrmælingar sambært PISA-kanningunum, undirvísa lærarar í grunddeildini um 23 tímar, og móðurmálslærarar í hádeildini undirvísa um 18 tímar um vikuna.

Hvør undirvísingartími krevur nógva orku, og tá ið undirvísingartímatalið hjá lærarum í Føroyum er frá 11% til 37% hægri enn í grannalondunum, so er eyðsæð, at orkan til einstaka undirvísingartíman og allar aðrar uppgávur, ið lærarastarvið eisini krevur, er ov lítil. Um vit vilja hava ein betri fólkaskúln, so er eitt fyrsta stig at seta loft á undirvísingartímatalið hjá hvørjum lærara. At fáa somu umstøður sum okkara starvsfelagar í Finnlandi hevði verið ynskiligt, men um tað bar til at hava 25 undirvísingartímar um vikuna sum loft, so hevði tað eisini givið skúlanum munandi betur upplagdar lærarar, ein betri skúla, og tað hevði kenst aftur hjá einstaka næminginum.

Eitt er høga undirvísingartímatalið hjá læraranum, annað er høga talið av næmingum í hvørjum flokki. Í fólkaskúlanum kunnu verða upp til 26 næmingar í hvørjum flokki. Hetta er ov nógvir næmingar til, at lærarin kann hava møguleika at røkka hvørjum næmingi sær. Um vit samanbera við skipanina, sum er galdandi, tá ið næmingarnir fara víðari í skúla, ella skipanina, har næmingarnir koma frá, so hongur ikki saman. Í fólkaskúlanum skal vera pláss fyri øllum næmingum, og markið er 26 næmingar í hvørjum flokki. Í miðnámi hava næmingarnir søkt um upptøku, og 24 er eitt ovasta mark.

Hyggja vit at fyrsta flokki, so hava teir lærararnir alt ov strævnar arbeiðsumstøður, og tí er tað eisini trupult at fáa lærarar at støðast í grunddeildini; uppgávan er ov møtimikil. Lærarin í fyrsta flokki kann vera einsamallur alla skúlatíðina við 17 næmingum, og tey kunnu vera einsamøll við 24 næmingum helvtina av undirvísingartíðini. Hendan skipan er órímilig, tí tað kann ikki vera rætt, at krøvini til starvsfólkið broytast so yvir eina summarfrítíð. Frá at hava verið eitt starvsfólk til hvørji 6 børn, so skal lærarin í fyrsta flokki hava ábyrgdina av upp til 24 næmingum, samstundis sum faklig krøv eru løgd oman á. Hetta hongur ikki saman.

Rokniarkið hjá fyrisitingini er takksamt, og tað lønar seg á pappírinum at seta lærararnar at undirvísa meira, samstundis sum onnur krøv vera løgd omaná. Men hetta heldur ikki í veruliga lívinum. Um politiska skipanin meinar nakað við sínum stevnumiði, at skúlin skal arbeiða meira fyri trivnaðunum hjá einstaka næminginum, so má hon eisini taka ábyrgd av síni ætlan og geva lærarunum hóskandi umstøður at loysa uppgávuna. Um lærarin skal hava umstøður til arbeiðið í mun til dagsins krøv til skúlan, so má lærarin undirvísa minst tríggjar tímar færri um vikuna, og í grunddeildini eiga ongantíð at vera fleiri enn 9 næmingum fyri hvønn lærara.

Skeri eg teg her, so missi eg teg har verður tikið til, tá ið ein skal velja annað av tveimum tingum, sum hann vildi fegin hava. Skúlamyndugleikin má velja; skal annað arbeiði upp, so má undirvísingartíðin niður. Lærararin kann ikki bæði.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.