Tíðindi

Skeið um spjadda leiðslu við heimskendum professara í námsfrøðiligari leiðslu

Skeiðið við James Spillane, professara, verður 1. september 2020 í Kongshøll á Fróðskaparsetrinum

8. oktober 2019

Hetta er gjørligt, tí Námsvísindadeildin hevur fingið styrk frá Fulbright, ið fíggjar eina vitjan hjá amerikanskum granskara til Føroya í tvær vikur komandi ár.

Valið fall á James Spillane, ið er professari á Northwestern University í Chicago.

James Spillane er mest kendur fyri sítt ástøði um, at leiðsla er nakað, sum hendir í verki, og at hon er spjadd út í organisatiónini.

Ástøðið er gjørt við skúlanum í huga, men kann uttan stórvegis broytingar eisini nýtast á dagstovna- og serstovnaøkinum. Onnur starvsøki kunnu eisini nýta ástøðið við onkrum tillagingum.

James Spillane fer at halda flestu fyrilestrarnar, men eisini fer Jóhannes Miðskarð, ph.d. og adjunktur á Námsvísindadeildini, at halda fyrilestur um spjadda leiðslu í Føroyum.

Av tí, at Fulbright fíggjar arbeiðsløn og ferð hjá James Spillane, so verður skeiðsgjaldið lágt.

Skeiðið vendir sær bæði til fólk í leiðslu og til vanlig starvsfólk, tí hesi, sambært Spillane, í verki eisini eru við í spjaddu leiðsluni.

Meira kunning um skeiðið kemur seinni.

Kelda: setur.fo


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.