Tíðindi/Greinar

16.05.2023

Skal ásetingin um 24 næmingir í hvørjum flokki ikki haldast?

Næsta skúlaár táttar tað í 30 flokkar, har næmingatalið er hægri enn 24 í hvørjum flokki. Tórhallur við Gil, næstformaður Føroya Lærarafelags, skrivar

Herfyri setti tingmaðurin Magnus Rasmussen landsstýrismanninum í skúlamálum áhugaverdan spurning um mest loyvda næmingatal í flokkum í fólkaskúlanum. § 20 í fólkaskúlalógini ásetur, at næmingatalið við skúlaársbyrjan vanliga ikki eigur ikki at fara upp um 24 í hvørjum flokki.

Spurningurin hjá Magnusi Rasmussen var soljóðandi: Við hvørji grundgeving hevur landsstýrismaðurin góðtikið, at næmingatalið fer upp um 24 næmingar í hvørjum flokki?

Hetta er ein ógvuliga týðandi og viðkomandi spurningur at spyrja, tí tað er øllum kunnugt, at í veruleikanum verða tímar ikki játtaðir til ein flokk aftrat, fyrr enn talið fer upp um 26 næmingar. Í yvirlitinum yvir  fyribils næmingatøl  fyri  skúlaárið  2023/2024,  sum  stendur  á  heimasíðuni  hjá Undirvísingarstýrinum,  sæst  eisini,  at  komandi  skúlaár fara fleiri skúlar  at hava flokkar, har næmingatalið er hægri enn 24.

Landsstýrismaðurin hevur eisini svarað upp á spurningin hjá tingmanninum. Landsstýrismaðurin greiðir í svarinum frá ymiskum mannagongdum og játtanarskipanum, men beinleiðis svarið upp á spurningin ljóðar soleiðis: Orðingin í grein 20 í fólkaskúlalógini “Við skúlaársbyrjan eigur næmingatalið vanliga ikki at fara upp um 24 í hvørjum flokkinum” hevur fyrisitingarliga ikki verið umsitin soleiðis, at landsstýrisfólkið í hvørjum einstøkum føri og á hvørjum ári hevur góðtikið, at næmingatalið tíðum hevur verið hægri enn 24.

Í svarinum verður altso beinleiðis sagt, at landsstýrisfólkið í hvørjum einstøkum føri ikki hevur góðkent, at næmingatalið fer upp upp um 24 næmingar, sum viðmerkingarnar til fólkaskúlalógina annars greitt áseta, at landsstýrismaðurin skal gera. Tað er so tað, men so er freistandi at spyrja, hvør tað so er, sum ger av, at tað á hvørjum ári eru fleiri næmingar enn 24 í hvørjum flokki? Ja, næsta skúlaár táttar tað enntá í 30 flokkar, har næmingatalið er hægri enn 24 í hvørjum flokki.

Síðst í svarinum verður so eisini sagt, at landsstýrismaðurin saman við fyrisitingini og skúlunum fer at hyggja nærri at hesum viðurskiftum, so at góðar loysnir verða funnar, tá ið næmingatalið fer upp um 24. Tað er at fegnast um, tí tað kann ikki vera meiningin, at hildið verður fram á hend hátt.

Fólkaskúlalógin sigur týðiliga, at næmingatalið eigur vanliga ikki at fara upp um 24 næmingar, og sjálvandi eigur ein lóg at verða hildin. At hava knappar 30 flokkar, har næmingatalið fer upp um 24, kann valla kallast at halda lógina. Kanska heldur tvørturímóti.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan