Tíðindi/Greinar

31. juli 2020

Skúlar geva veðurlagsbroytingum og náttúruni ans

Fyrsta Veðurlagsvirðisløn Føroya Lærarafelags var handað á aðalfundinum hjá Lærarafelagnum 20. juni. Skúlar hava tikið væl ímóti virðislønini, ið er ætlað sum ein liður í at geva børnum og ungum áhuga fyri og innlit í veðurlagsavbjóðingar og loysnir á veðurlagsavbjóðingum. Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags, skrivar

Eitt av heimsmálunum hjá ST er ”veðurlagsátøk”. Í Føroyum liva vit tætt at náttúruni, og broytingar í veðurlagnum fara at síggjast aftur í okkara gerandisdegi; tí eiga vit at geva veðurlagnum ans. Eitt ynski við virðislønini er at gera okkum varug við, hvussu vit kunnu forða fyri broytingum og tillaga okkum til broytingarnar. Vit mugu geva okkum far um, hvussu vit fara við náttúruni, so at vit ikki taka møguleikar frá komandi ættarliðum, bara tí at vit ikki eru umhugsin. Broytingar í veðurlagnum fara at broyta liviumstøðurnar í Føroyum, innrásin í høvuðsstaðnum av lærlittari loðmýggj ein lítil áminning um hetta, tí mugu vit fáa skynsamari vanar, og vit vera noydd at finna nýggjar loysnir í samsvari við, at veðurlagið broytist.

Vinnarin av fyrstu Veðurlagsvirðisløn Føroya Lærarafelags, Eysturskúlin í Havn, eitt gott dømi um, hvussu arbeiðið fyri veðurlagnum kann síggjast aftur í skúlanum. Skúlin hevur fingið viðurkenningina fyri at geva næmingunum innlit í og áhuga fyri grønmeti og urtum, ið vaksa í Føroyum. Í arbeiðinum fáa næmingarnir eisini fylt ringrásini frá komposti til matna, og ætlanin hjá skúlanum er, at urtagarðurin skal vera fastur partur av arbeiðinum í fleiri lærugreinum og halda á ígjøgnum skúlatíðina.

Broyta vit vanar í samsvari við vinnandi verkætlanina, so kunnu vit tálma broytingarnar í veðurlagnum, ið hanga saman við útlátinum av koltvíiltu. Skilja vit lívrunnið burturkast og nýta tað til sankutøð, so sleppa vit frá útláti frá at brenna lívrunnið burturkast, og velta vit okkara grønmeti, so sleppa vit frá útlátinum frá flutningi, tí at vit innflyta minni.

Vinnandi verkætlanin vísir eisini á, hvussu arbeiðið í skúlanum kann taka støði í veruligum avbjóðingum, har fleiri lærugreinar á hvør sín hátt kunnu samvirka, fyri at geva næmingunum innlit og royndir, ið tey kunnu taka við sær frá skúlatíðini og byggja víðari á alt lívið.

Í skúlanum liva lærugreinarnar hvør sær. Tær eru settar hvør sær á tímatalvuna og lýstar hvør í síni námsætlan. Men tann praktiska verðin er tvørgreinalig, og har spyr avbjóðingin ikki eftir einstakari lærugrein, tí at tað er eitt samspæl millum vísindagreinarnar, ið geva loysnina. Lærugreinarnar í skúlanum eiga at verða tillagaðar, so at tær í størri mun síggja virði í samspælinum sínámillum, og so at næmingarnir á tann hátt eru betur ílatnir at koma út í arbeiðslívið. Ein upplagdur partur at samantvinna lærugreinarnar eru evnisarbeiði og verkætlanir, og í hesum arbeiði eru veðurlagsavbjóðingarnar og loysnir á veðurlagsavbjóðingunum hóskandi og viðkomandi evni at byggja hetta arbeiði á.

Tað er bara ein skúli, ið kann fáa Veðurlagsprógvið hvørt ár, men vit vita um fleiri skúlar, ið gera eitt stórt arbeiði at fáa børn og ung at geva veðurlagnum og náttúruni ans. Tað verður spennandi at hoyra um hetta arbeiðið í ymsu skúlunum, og vit gleða okkum at fáa umsóknir um “Veðurlagsprógv 2021”.

Kunning um Veðurlagsvirðisløn Føroya Lærarafelags:

http://skulabladid.fo/ve%C3%B0urlagsvir%C3%B0isl%C3%B8n-1


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan