Tíðindi

Skála skúli vunnið Veðurlagsvirðislønina annað árið á rað

Tey ganga veruliga á odda í Skála skúli at varpa ljós á burðardygd. - Okkara skúli hevur góðar og drúgvar royndir innan burðardygd, og vit vilja geva okkara íkast til ein meiri burðardyggan fólkaskúla, sigur Skála skúli

30.04.2022

Í umsóknini til Veðurlagsvirðislønina hjá Føroya Lærarafelag í ár verður sagt, at Skála skúli seinastu árini hevur arbeitt miðvíst við at kunna næmingarnar um, hvussu øll hava ábyrgd av at hugsa meiri um burðardygd.

- Hetta gera vit við at greiða næmingunum frá á einum støði, sum teir skilja, hvat er við at henda, um vit ikki steðga á og hugsa okkum væl um. Vit hava lagt størsta dentin á nærumhvørvið, okkara skúla, økið kring um skúla og bygdasamfelagið, har skúlin er staðsettur. Vit kunnu ikki broyta alt, men øll kunnu vera við til at broyta eitt sindur á røttu leiðini, siga umboð fyri skúlan.

Skála skúli hevur í nøkur ár arbeitt við tí burðardygga, og næmingarnir eru við í øllum og altíð fúsir at fara í gongd við okkurt nýtt. Alt fer fram í eini tilgongd. Í umsóknini frá Skála skúla verður greitt frá, at sumt er komið í fasta legu, meðan annað er í eini byrjanartilgongd, og uppaftur annað er fyri framman. Tað, sum er komið í fasta legu, er at skilja rusk, at gera egna mold, einki einnýtistilfar at brúka og endurnýta pappír. Somuleiðis eru næmingarnir farnir undir at evna til og seyma einnýtisnet at hava heim við og til handilin at nýta. Eisini eru tey farin undir at velta epli, røtur og ymiskt grønmeti, at hava høsna- og dunnugarð, fletta og fiska og gera pappír.

- Á hvørjum ári hava vit eina endurnýtslucafé, har allur peningurin fer til Reyða kross. Eisini hava vit lagt undirvísingina um til burðardygd.

Tað, sum er í gongd í skúlanum í løtuni, er at vinna ymiskt burtur úr tálg, sum annars fer burtur. Hugskotið er komið av, at tey hava sæð so nógva tálg fara burtur, tá ið flettingin er fyri um heystið.

- Vit spurdu, um skúlin kundi fáa eitt sindur av tálg; vit fingu 50 kg. Síðan hava vit gjørt royndir við tálgini, ymisk sløg av sápu, krem og ljós. Okkurt hevur eydnast væl, annað ikki so væl, men lærdómurin liggur í royndunum.

Í Skála skúla eru tey sannførd um, at í øllum tí, sum verður gjørt, er ein rúgva av læring. Alt verður skrivað niður, tá ið sápa verður gjørd, hvussu nógvur hiti skal til, hvussu nógv av vatni skal til og so framvegis.

- Eisini tá ið velt verður, verður skrivað, hvussu nógv fold kemur upp, hvørji epli verða nýtt, hvørji tøð, tí vit gera eisini okkara egnu royndir við eplaveltini við at seta ymisk sløg av eplum og brúka ymisk tøð.

Allir næmingar eru við í arbeiðinum, frá forskúlanum til sjeynda flokk.

- Vit vilja ikki avmarka hetta til ein ávísan flokk ella bólk av starvsfólkum. Vit trúgva uppá, at hetta skapar eina felagskenslu og samanhald, sum vit eisini hava sæð í verki. Allir næmingar kenna ábyrgd, allir hava eitt ábyrgdarøki. Ein flokkur tekur sær av sankutøðum, ein av rabarbugarðinum, ein av høsnargarðinum og so framvegis.

Børn læra børn

Næmingar í Skála skúli eru farnir at hava undirvísing fyri børnum á øðrum stovnum.

- Næmingar úr eldri flokkum hava undirvíst børnum í barnagarðinum um pappír, hvussu tað verður framleitt, hvørja ávirkan tað hevur á náttúruna, um vit fella ov nógv trø, og hvussu vit kunnu endurnýta pappír.

Skála skúli helmar ikki í. Tey halda fram við tí tey gera, eisini við at siga frá royndunum, tey hava gjørt sær við planting og endurnýtslu av toyi. Vón teirra er, at burðardygd verður sett á tímatalvuna í øllum skúlum í Føroyum.

- Vit eiga øll at taka hetta sera týdningarmikla økið í størsta álvara. Okkara børn og ungu eru tey, sum skulu bera hetta víðari, tí er sjálvsagt, at hetta fær størri pláss í skúlanum.

Skála skúli vann eisini Veðurlagsvirðislønina í fjør; árið fyri vann Eysturskúlin í Havn. Tað er Føroya Lærarafelag, sum hevur tikið stig til virðislønina. Tríggir limir eru í dómsnevndini umboðandi Føroya Lærarafelag, Betri og Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag. Umboð Føroya Lærarafelags er formaður í dómsnevndini. Skrivari Føroya Lærarafelags er skrivari í dómsnevndini. Vinnarin fær eitt heiðursbræv og har afturat 25.000 krónur. Peningurin skal í mestan mun fara til at arbeiða víðari við veðurlagsavbjóðingum.

Tú kanst lesa meiri um virðislønina her: http://skulabladid.fo/veðurlagsvirðisløn-1

 

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.