Tíðindi

Setanarpolitikkurin eigur at verða fylgdur

Tað kemur meiri enn so fyri, at almenni setanarpolitikkurin ikki verður fylgdur. Jona Højsted, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

21.06.2021

Á heimasíðuni hjá Fíggjarmálaráðnum undir teiginum starvsfólkapolitikkur liggja 12 ymisk skriv um politikkir á ymiskum økjum. Eitt av hesum økjum er setanarpolitikkur. Tá FMR hevur valt at gera ein politikk á hesum øki, kann tað illa hugsast at hava aðra frágreiðing enn, at tað hevur verið mett at vera neyðugt fyri at tryggja, at rætt verður farið fram, tá fólk skulu setast í starv.

Í einum politikki sum hesum eru leiðreglur fyri, hvussu lýst verður eftir fólki, hvussu umsóknir verða viðgjørdar, váttan fyri móttøku, svar upp á umsókn, grundgevingar og ymiskt annað. Tað hevur týdning fyri arbeiðsplássið, at setanarpolitikkurin verður fylgdur, tá ið fólk skulu setast í starv. Hetta fyri at tryggja, at tey, ið arbeiða á staðnum, og tey, ið søkja starv, kunnu verða vís í, at tann, ið er best egnaður til starvið, verður settur.

Tað er ymiskt, hvussu leiðslur velja at skipa setanir av lærarum. Tó so kemur tað meiri enn so fyri, at tann almenni setanarpolitikkurin ikki verður fylgdur. Til tíðir kann tað tykjast, sum leiðslur ikki hava hóming av, hvønn týdning starvið hevur fyri læraran. Eg havi, síðan eg kom í nevndina hjá Lærarafelagnum, víst á, at tað als ikki er nøktandi, at lærarar aftur og aftur hava tíðaravmarkað starv; hetta eiga vit at fáa eina loysn á. Tá tað er sagt, so hevur tað samstundis alstóran týdning, tá størv verða lýst leys, at tey, ið søkja starv, kenna seg trygg við setanartilgongdina.

Tað kemur meiri enn so fyri, at almenni setanarpolitikkurin ikki verður fylgdur. Eitt nú tá umsóknir skulu viðgerast, hóast tað er ørkymlandi at skula til setanarsamrøðu ár um ár, so er hetta ein partur av politikkinum. Allar umsóknir skulu viðgerast eins, eisini hjá tí, ið søkir starv ár um ár. Tað eigur at vera setanarnevndin, ið viðger allar setanir.

Um umsøkjari fær noktandi svar, er hetta oftast ikki grundgivið, hóast setanarpolitikkurin er heilt greiður á hesum økinum: ”Noktandi svar skulu vera skrivlig og grundgivin. Í grundgevingini skal verða kunnað um støðið undir avgerðini. T.d. hví mett er, at førleikin hjá tí, ið settur er í starvið, svarar betur til settu krøvini, enn hjá tí, ið ikki er settur – eitt nú viðvíkjandi útbúgving, starvsroyndum, persónligum eginleikum og/ella samstarvsvilja.”

Tá starvsetanir fara fram á ymiskan hátt á skúlunum kring landið, so átti Undirvísingarstýrið at farið inn og tryggjað, at leiðslur halda seg til tann almenna setanarpolitikkin.

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.