Tíðindi

Serstøk játtan til serútbúgving av lærarum

Sum skipanin er, so verður serútbúgvingin av lærarum fíggjað av samlaðu játtanini til fólkaskúlan, við at ein partur av játtanini til fólkaskúlan verður settur at til at serútbúgva lærararnar, men við at játtanin til fólkaskúlan er minkað, og tá tann lógarkravda undirvísingin og neyðuga virksemið í fólkaskúlalógini fyrst og fremst skal fíggjast, so er einki eftir til at serútbúgva lærararnar. Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags, skrivar

05.08.2022

Tað er stórur tørvur á at serútbúgva lærarar. Og um vit vilja hava ein dagførdan fólkaskúla mugu vit hava dagførdar lærarar, og tað kostar. Í løtuni eru ongar ítøkiligar ætlanar at serútbúgva lærarar, tí at pengar mangla til at reka fólkaskúlan. Tað má finnast ein loysn á hesum, tí vit sleppa ikki uttanum, at tað eru góðir og væl útbúnir lærarar, sum eru grundin undir skúlanum og framburði í samfelagnum.

Fólkaskúlin er broyttur. Í dag eru fleiri næmingar, ið hava tørv á serligari hjálp og ikki megna at luttaka í flokshølinum. Skúlin hevur eisini fleiri møguleikar nú at geva næmingunum ein skúladag, ið hóskar til teirra tørv. Er tørvur á fakligari hjálp til t.d. lesingina, so eru orðblindalærarar og lesivegleiðarar á flestu skúlum, og fleiri serstovur eru settar á stovn, so at pláss er fyri fleiri næmingum í skúlanum, ið ikki megna at vera í undirvísingini í flokkinum.

Fyri at møta tørvinum hjá næmingunum má skúlin hava serútbúnar lærarar á fleiri økjum, men ein trupulleiki er, at tað mangla serútbúnar lærarar. Listi á útbúgvingum er langur, tað mangla m.a. lesivegleiðarar, orðblindalærarar, serlærarar, skúlabókavørðir, lærarar til serstovurnar at taka sær av næmingum við t.d. ADHD, ADD, asberger og KT-vørðir, fyri at flyta skúlan næsta fetið inn í talgilda heimin.

Meðan tørvurin hjá fleiri næmingunum í skúlanum er vaksin, hevur fólkaskúlin í nógv ár brúkt alt ov lítið til at serútbúgva lærarar, tí at pengar hava mangla. Afturat hesum kemur, at fleiri lærarar, sum eru serútbúnir, nærkast pensjónsaldri; hetta ger ilt verri, og tað fer at vaksa um tørvin at serútbúgva fleiri lærarar.

Tá lærarar útbúgva seg  til uppgávurnar í skúlanum, so er tað uppgávan hjá arbeiðsgevaranum at geva lærarunum umstøður til at útbúgva seg í arbeiðstíðini og at gjalda fyri útbúgvingina. Høvuðsfyrisitingin av fólkaskúlanum er flutt í Undirvísingarstýrið, UVS, og tí er tað uppgávan hjá UVS at fáa neyðugu játtanina til vega fyri at gjalda útbúgvingina, og at geva skúlunum játtan at lata lærararnar útbúgva seg í síni arbeiðstíð.

Sum skipanin er, so verður serútbúgvingin av lærarum fíggjað av samlaðu játtanini til fólkaskúlan, við at ein partur av játtanini til fólkaskúlan verður settur at til at serútbúgva lærararnar, men við at játtanin til fólkaskúlan er minkað, og tá tann lógarkravda undirvísingin og neyðuga virksemið í fólkaskúlalógini fyrst og fremst skal fíggjast, so er einki eftir til at serútbúgva lærararnar. Tí má samlaða játtanin til fólkaskúlan hækka, og serútbúgving av lærarum eigur at vera serstøk játtan, so at hesir pengarnir fara til at serútbúgva lærarar og ikki sum nú, bara verða feiaðir undir teppið og brúktir til at fáa játtanina til fólkaskúlan at hanga saman.

Hvørja ferð ein serútbúgving fyri lærarar verður skipað, er tað ein íløga, sum sæst aftur í nógv ár og alla staðni í landinum. Landsstýrismaðurin hevur sagt, at hann vil útbúgva skúlabókavørðir til fólkaskúlan, men einki er hent, tí at fíggingin manglar. Um ein serstøk játtan til at serútbúgva lærarar í fólkaskúlanum verður sett av á fíggjarlógini, so vistu vit um ikki annað, um pengar vóru til at serútbúgva læraranar.

Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.