Tíðindi

Serfrøðingabólkur skal endavenda 10. flokki

Hvussu kann 10. flokkur í størri mun verða eitt ár, har næmingar fáa íblástur til sína framtíð og eyguni upp fyri møguleikunum, teir hava, um teir velja eina yrkisútbúgving? Í Danmark hava tey nýliga sett nakrar serfrøðingar saman í ein arbeiðsbólk, sum hevur fingið setningin at fáa greiðu á hesum spurningi og at orða nøkur tilmæli.

12.04.2019

Í Føroyum snýr kjakið um 10. flokk seg um, hvørt vit eiga at leggja flokkar saman í færri eindir, soleiðis at breytartilboðini verða meiri spennandi fyri næmingarnar. Í Danmark er kjakið øðrvísi. Nýggj tøl vísa, at tað eru færri ung, sum velja eina yrkisútbúgving eftir 10. flokk samanborið við fyri nøkrum árum síðan. Í 2000 valdu 37 prosent av næmingunum í 10. flokki eina yrkisútbúgving; samsvarandi talið í 2018 var 25 prosent minni. Hetta heldur danska stjórnin ikki vera nóg gott. Tí hevur ein serfrøðingabólkur fingið til uppgávu at gera nøkur tilmøli um, hvussu framtíðar 10. flokkur kann síggja út. Tað snýr seg bæði um, hvussu 10. flokkur verður skipaður og hvar hann er staðsettur, tí ein tanki, sum hevur verið frammi, er, at hann kann vera partur av eini yrkisútbúgving.

Tey, sum manna serfrøðingabólkin, hava drúgvar royndir innan ymisk øki, eitt nú útbúgvingar og gransking. Umframt eru umboð frá kommunum við í bólkinum.

- Stjórnin vil, at 10. flokkur í nógv størri mun skal verða byrjanin til eina yrkisútbúgving heldur enn endin á fólkaskúlanum. Serfrøðingabólkurin er eitt sterkt toymi, og eg havi høgar væntanir til tað, tey fara at koma fram til. Eg gleði meg til at hoyra, hvussu tey síggja fyri sær, hvussu 10. flokkur í størri mun kann vísa teimum ungu á, hvørjar møguleikar tey hava, tá ið talan er um yrkisútbúgving. Endamálið við 10. flokki eigur at vera, at tey ungu skulu verða betur før fyri at velja ta útbúgvingina, sum hóskar best til teirra áhugamál og førleikar, sigur Merete Riisager, kenslumálaráðharri.

Serfrøðingabólkurin skal orða tilmæli innan fýra øki, sum eru innihaldið í skúlaárinum, lestrarvegleiðingin, verksetan av yrkisrættarligum 10. flokki og bygnaðurin. Sum liður í arbeiðinum skal serfrøðingabólkurin leggja upp fyri serligum skúlatilboðum, so sum eftirskúlum og serstaka leiklutinum, sum teir hava í útbúgvingarskipanini, soleiðis at 10. flokkur, sum hann fer at verða skipaður, eisini kann verða eitt skúlatilboð til teirra, sum vilja eitt ár heimanífrá.

Kelda: uvm.dk


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.