Tíðindi

Sera trupult at semjast um virksemisætlanina

- Tað er trupult at gera eina virksemisætlan, sum veruliga avspeglar ynskir og tørv, sigur Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags

18.04.2017

Ber tað til at gera eina virksemisætlan, sum so væl sum til ber svarar til virksemið hjá einstaka læraranum? Henda spurningin umrøddi nevndin í Føroya Lærarafelag við Skúlaleiðarar í november. Tað var Lærarafelagið, sum kallaði inn til fundin, tann fyrsti fundur av sínum slag.
- Endamálið við fundinum var at loysa upp fyri hesum spurninginum, tí leiðslur venda sær til Mentamálaráðið við spurningum um virksemisætlanina, samstundis venda lærarar sær til felagið við ivaspurningum; ynskiligast var, at vit øll draga somu línu og eru samd um, hvat ein virksemisætlan er, og hvussu hvørt einstakt øki verður skrásett í ætlanina, sigur Herálvur Jacobsen.

Formaður Føroya Lærarafelags vil ikki siga, at loyst var upp fyri øll viðurskiftum í sambandi við virksemisætlanina; tó vil hann siga, at nógv viðurskifti vóru umrødd, umframt at greiða fekst á ymiskum.
- Orsøkin til, at alt viðvíkjandi virksemisætlanini er so trupult, er tí, at skúlaleiðslurnar fyrst mugu taka atlit at øllum teimum lógarkravdu krøvunum; tá ið tey eru komin í virksemisætlanina, verður restin tillagað, so sum tímatillutanin loyvir, og tað er tá trupulleikarnir koma í.

Virksemisætlanin er ein knútur, ið lærarar og leiðslur togast við á hvørjum ári at fáa at ganga upp. Tað vísir seg gerast truplari og truplari, og tí hevði ynskiligt verið at hoyrt frá Skúlaleiðarum av og á viðvíkjandi hesum spurninginum.
- Tað hevði verið gagnligt at frætt frá Skúlaleiðarum, hvat tey ítøkiliga halda um tímabýtið til dømis, skúlaleiðarar eru ógvuliga ósjónligir í skúlakjaki.

Eitt úrslit av, at tað er so trupult at leggja virksemisætlanina til rættis, er, at Lærarafelagið og Mentamálaráðið tulka hana ymiskt.
- Mentamálaráðið tulkar arbeiðstíðaravtaluna og harvið virksemisætlanina útilokandi við sparing fyri eyga, tað vil siga, hvussu tey sleppa undan at brúka tímar. Tað liggur eingin skúlapolitikkur aftan fyri tulkingina. Lærarafelagið tulkar hana út frá, hvat eitt rímiligt spælirúm er í virksemisætlanini. Tað vísir seg altíð at ganga út yvir ráðleggingina; tað er ásett, at hvør lærari kann fáa 120 tímar, men at hetta talið kann tillagast. Vit síggja, at talið mestsum bara lækkar. Spurningurin er so, hvussu nógv pláss ráðlegging fær, tá ið tímatalið er so tepurt. Tað sama er galdandi fyri tiltøk við næmingum; har er í summum skúlum einki rúm fyri tí.

Partvíst botnar hetta í arbeiðstíðaravtaluni, sum upprunaliga varð orðað í 2003; hon er ikki nóg neyv, sigur Herálvur Jacobsen.
- Øll arbeiðstíðin hjá lærarum skal skrásetast, og tepra tímajáttanin ger, at har er als einki spælirúm; ein skúlastjórin sleppur í alt ov lítlan mun at brúka lærararnar, har teir roynast best. Vil ein skúlastjóri til dømis brúka nakrar eldhugaðar lærarar at lyfta fakliga stigið í einari lærugrein, er tað sera trupult at geva teimum so góðar umstøður, at hetta ber til. Hetta er ein stirvin skipan.

Lærarafelagið nýtti á fundinum við skúlaleiðararnar høvið til at minna á, at tá tað kemur til arbeiðsviðurskifti, so er Føroya Lærarafelag annar sáttmálaparturin í teimum semjum og avtalum, ið verða gjørdar. Hin sáttmálaparturin er Fíggjarmálaráðið.
- Felagið gjørdi vart við, at tær tulkingar, sum Mentamálaráðið ger av galdandi reglum, ikki altíð eru í samsvari við tulkingarnar, sum Lærarafelagið ger.

Herálvur Jacobsen sigur, at nevndin fekk gott innlit í, hvørjar avbjóðingar skúlaleiðslur standa við. Hóast eingin beinleiðis niðurstøða varð gjørd um virksemisætlanina, so var breið semja um, at tepra tímatillutanin til skúlarnar er ein stór avbjóðing, og at tað er trupult at gera eina virksemisætlan, sum veruliga avspeglar ynskir og tørv.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.