Tíðindi

Seks vilja vera skúlastjóri í Nólsoyar skúla og fimm í Sumbiar skúla

Freistin at søkja fyrstilærarastarvið í Nólsoyar skúla og Sumbiar skúla var úti á middegi í dag.

19.04.2024

Seks umsóknir eru komnar til fyrstilærarastarvið í Nólsoyar skúla og fimm til fyrstilærarastarvið í Sumbiar skúla. 1. oktober í ár verða starvsheitini broytt til skúlastjórastarv. Bæði størvini verða sett frá 1. august í ár.

Í Nólsoyar skúla eru 13 næmingar innskrivaðir í 1.-7. flokki skúlaárið 2023-24. Ein lærari umframt skúlaleiðaran starvast í skúlanum.

Fyrstilærarin virkar í tøttum samstarvi við mentamáladeildina og trivnaðarfyrisitingina í Tórshavnar kommunu, umframt við aðrar deildir í kommununi. Samstarv er millum skúlaleiðararnar við denti á, at skúlaleiðararnir í felag virka fyri at menna skúlaskapin í kommununi. Skúlin samstarvar við Eysturskúlan um førleikastovuna og lærugreinir í 7. flokki. Harumframt er skipað samstarv millum Nólsoyar skúla, Kaldbaks skúla og Velbastaðar skúla.

Í Sumbiar skúla eru 35 næmingar innskrivaðir í 1.-7. flokki skúlaárið 2023-24. Fýra lærarar umframt skúlaleiðaran starvast í skúlanum.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.