Bloggur

Samstarv, samband og stjørnuløtur

Katrin Dagbjartsdóttir, lærari í Skúlanum á Fløtum, bloggar.

20.02.2024

Fari at hugleiða nakað um týdningin av góðum sambandi og samskifti millum heim og skúla og serliga um góða sambandið millum lærarar og næmingar. Tað undraði meg mangan fyrr, at summir lærarar megnaðu at fáa arbeiðsfrið og trivnað í øllum flokkum, meðan aðrir lærarar máttu stríðast, uttan at koma á mál.

Fyrsta sambandið

Tá ið børn verða innskrivað í Skúlan á Fløtum, hava vit samrøðu við foreldur, áðrenn skúlabyrjan/forskúlabyrjan.

Til hendan fundin hava foreldrini møguleika at greiða frá lívssøguni hjá barninum við egnum orðum. Hvat tey megna væl, og hvat tey skulu hava hjálp til. Um familjuviðurskifti, t.d. um foreldrini eru saman ella ikki, og um tey hava systkin.

Vit fáa eina undanmynd av komandi næminginum, sum kann siga okkum nakað um, hvussu vit skulu taka ímóti hesum júst hesum barninum.

Summi foreldur hava nógvar tankar um skúla og skúlaskap Vit hava jú øll gingið í skúla og hava ymsar upplivingar av fólkaskúlanum. Hesar royndirnar lita sjálvandi hugburðin hjá foreldrunum til skúlan. Her hava vit møguleika at tosa um, hvat vit gera fyri at børnini skulu trívast, og vit mæla foreldrunum til at gera vart við seg, um tey ivast ella hava spurningar.

Sambandið millum lærara og næming

Eitt gott og trygt samband við næmingin hevur avgerandi týdning fyri trivnaðin hjá barninum og í flokkinum.

Hetta tekur tíð at byggja upp: Regluligt samband við foreldrini og skjótt samband, tá ið eitthvørt stingur seg upp. So vita foreldrini um tað, sum hent er, og kunnu tosa við barnið um hendingina. Barnið fær kensluna av, at foreldur og lærarar draga somu línu, og hetta skapar tryggleika.

Tað kann tykjast møtimikið hjá læraranum at skula knýta bond við so mong foreldur og børn, tá ið tey koma í skúla, men tá ið grundarbeiðið er gjørt væl, so verður álit bygt millum øll.

Fá fólk um hvønn flokk

Fyri at gera innkoyringina í 1. flokk so lætta, sum gjørligt, er umráðandi, at somu fólk eru nógvar tímar í flokkinum. Nógvir fyrimunir eru við hesum: Næmingarnir fella skjótari til. Rammurnar eru tær somu allan dagin.Lærararnir ráða yvir degnum og kunnu eisini arbeiða tvørfakliga við evnum, sum taka tíð. Havi arbeitt soleiðis í mong ár við góðum úrsliti.

Stjørnuløtur

Alla tíðina, meðan barnið venur seg við næmingaleiklutin, roynir lærarin at byggja brýr, at vísa umsorgan, samstundis sum at hóskandi krøv verða sett.

Anne Linder, cand.pæd.psyk, tosar um hugtakið stjørnuløtur. Hetta eru løtur, har lærarin og næmingurin síggja hvønnannan. Ofta er tað ein avbjóðing, at lærarin hevur so nógv at gera, at hann ikki gevur sær far um smáu mikro øturnar, sum eru hvønn einasta tíma. Summir næmingar fáa sera lítla tíð, tí onnur fylla so nógv.

Men um tú ert tilvitað um smáu mikroløturnar, eru tær mangar í tali. Bara at viðmerkja okkurt sum t.d.: “Sum tú gert tær ómak, tað síggi eg “– og fært eygnasamband, so er hetta mangan nóg mikið til, at næmingurin verður glaður og kennir seg sæddan. Hetta er dømi um eina stjørnuløtu.

Sjálvt tað, sum kann tykjast neiligt, kann vendast: “Tú orkar nógv betur at sita og arbeiða í dag, enn tú gjørdi í gjár. Gott!” Og so eitt varligt herðaklapp. Hetta hevur ómetaligan týdning, bæði fyri næming og lærara og virkar til at styrkja sambandið teirra millum.

Tryggja okkum, vit fáa samband við allar næmingarnar

Havi sæð smá brot á netinum av lærarum, sum heilsa upp á hvørt einstakt barn, tá ið tey fara inn í flokkin á morgni. Heilsaninar kunnu vera ymiskar, onkur tekur í hondina, onkur vil hava eitt morgunklemm og onnur vilja gera “high-five”.

Helt í fyrstani, at hetta var eitt sindur fjákut. Men hesin hátturin hevur vundið upp á seg, tí hetta hevur so sera jaliga ávirkan á huglagið í flokkinum – og hetta er lætt at seta í verk.

Gott og uppbyggjandi samstarv er lykilin til eina so góða skúlagongd, sum gjørligt. Tað merkir ikki, at eingir trupulleikar kunnu stinga seg upp. Men tað merkir, at foreldur, børn og lærarar standa sterkast saman og kunnu loysa trupulleikarnar í felag.

 

 

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.