Tíðindi

Norðurlendskir ráðharrar umrøtt STEM-fak og skíggjar

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, hevur luttikið á norðurlendskum útbúgvingarráðharrafundi í Stockholm.

04.05.2024

Høvuðsevnið á fundinum var støðan innan sokallaðu STEM-fakini, sum eru náttúruvísindi, tøkni, verkfrøði og støddfrøði.

Øll Norðurlondini kláraðu seg verri í seinastu PISA-kanning, sum serliga kannaði førleikarnar innan støddfrøðina. Eisini í Føroyum kláraðu næmingarnir seg verri enn í seinastu kanning.

Avbjóðingar eru eisini í fleiri Norðurlondum at fáa lesandi at velja hægri lestur innan náttúruvísindaligu økini. Serliga eru tað fáar kvinnur, sum velja at fara henda vegin.

Umrøtt var, hvørjar orsøkirnar eru, og hvat kann verða gjørt.

Eitt annað evni, sum fylti nógv á fundinum, var skíggjanýtslan hjá børnum í skúlanum. Í øllum Norðurlondum verður strammað upp í telefon- og skíggjapolitikkinum í skúlunum, tí kanningar vísa, at tað ávirkar trivnaðin og læringina hjá børnunum, at tey eru ov bundin at skermum. Hetta er eisini eitt evni, sum arbeitt verður við í Føroyum.

Kelda: bumr.fo


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.