Tíðindi

Rásirnar geva børnum og ungum nýggjar møguleikar

Tað sigur Regin Marnersson, skúlastjóri, nú Skúlin á Fløtum fyri triðju ferð bjóðar sergjørdar breytir til næmingar í 8. og 9. flokki

21.11.2019

Seinastu tvey skúlaárini hevur Skúlin á Fløtum brotið upp úr nýggjum við einum sergjørdum skúlatilboði. Næmingunum í 8. og 9. flokki standa í boði at velja ímillum tvær ymsar rásir, almannarás og ítróttarrás. Tilmeldingarfreistin fyri skúlaárið 2020/2021 verður fyrsta dagin, og í hesum sambandi hevur Skúlablaðið hitt skúlastjóran í skúlanum á Fløtum, Regin Marnersson, til eitt prát um hetta serliga skúlatilboðið.

Komandi skúlaár verður triðja árið við teimum báðum rásunum, ið eru partur av einari royndarverkætlan.

- Vit hava fimm flokkar í hvørjum árgangi í 8. og 9. flokki. Vit hava ynskt at skipað skúlatilboðið  øðrvísi og hava arbeitt við hesum í longri tíð. Almannarás líkist rættiliga nógv tí vanliga tilboðnum í 8. og 9. flokki, men rásin inniheldur eisini ymiskt eyka. Fleiri valfak verða boðin út enn vanligt, og næmingarnir verða eisini býttir eftir førleikum í føroyskum, enskum og støddfrøði.

- Við ítróttarrásini hava vit lagt dent á at vera sterk um fyrst eina og síðani tvær ítróttagreinar. Tað byrjaði við fótbóltsflokkinum, og vit hava síðani víðkað tilboðið til eisini at fevna um eina rás. Hetta ger, at nú eru tvey ítróttatilboð, bæði hondbóltur og fótbóltur, sigur Regin Marnersson.

Sonevndi Fótbóltsflokkurin byrjaði í táverandi Kommunuskúlanum í 2012. Síðani bleiv ítróttartilboðið víðkað til eisini at fevna um hondbólt í undarnfarna skúlaári. Regin Marnersson dylur ikki fyri, at tað eru fleiri næmingar, ið hava tørv á einum slíkum møguleika.

- Rásirnar hava riggað sera væl higartil, og vit eru glað fyri tær. Tær geva børnum og ungum nakrar møguleikar, sum tey annars ikki høvdu fingið. Vit fegnast um, at tey eyðsýndu ítróttarbørnini sleppa at røra seg í skúlatíð. Ein skúladagur frá klokkan 08-15.15 er rætt og slætt ov langur hjá einum, sum hevur so nógva orku í sær. Tað nyttar ikki at sita niðri so leingi. Hesir næmingar fáa eitt brot í degnum við venjing frá klokkan 10-11.30 fýra dagar um vikuna, og tað ger ein øgiligan mun hjá teimum. At vit kunnu gera tað á einum so høgum og skipaðum stigi ger tað enn betur, tí næmingarnir sleppa at íðka ítróttin, sum teir brenna fyri, sigur skúlastjórin.

- Fyrimunurin við almannarás í staðin fyri vanliga skúlagongd er, at fleiri valfak fáa eitt tilverugrundaglag, sum tey ikki høvdu áður.

- Fyrr hava næmingar mest sum bara valt alisfrøði og týskt, men við at skipa tað soleiðis, sum vit gera tað í einari rás, so blíva fleiri valhold møgulig, ið ikki vóru til fyrr vegna ov fáar næmingar. Vit hava tey klassisku sum hondarbeiði, tónleik, evning, smíð, motorlæru og køk. Harafturat hava vit skrivigleði, sum er skapandi skriving. Afturat tí hava vit eisini íverksetan, sum byggir seg upp ímóti FM í íverksetan. At enda hava vit eisini eitt víðkað køkstilboð, sum er eitt samstarv við Hotel Tórshavn. Har koma okkara næmingar í nógv størri mun inn í teirra matvirksemi. Tilboðið er nokk so breitt og fevnir um nógv, sigur Regin Marnersson.

Enn er ikki vist, at skipanin við rásunum verður ein varandi skipan, tí komandi skúlaár, 2020/2021, verður síðsta skúlaár í einari royndarverkætlan. Síðani skal Skúlin á Fløtum í samráð við Mentamálaráðið taka støðu til, um skipanin skal halda fram. Regin Marnersson sær ikki nakra orsøk til, at rásirnar verða avtiknar, tí tað fylgja ongar fíggjarligar útreiðslur við teimum.

- Royndarverkætlanin kostar onki eyka. Hon kostar ikki økta arbeiðsmegi ella størri útreiðslur á nakran hátt. Tilboðið við rásunum er skipað innan fyri teir karmar og ta játtan, sum vit hava. Eg dugi ikki at síggja nakra góða grundgeving fyri, at vit ikki skulu sleppa at halda fram. Rásirnar kosta tað sama sum vanlig skúlagongd, men skúlin er blivin betur, sigur skúlastjórin.

At enda sigur Regin Marnersson, at hann væntar, at tað verður bíðilisti at sleppa inn á breytirnar í komandi skúlaári. Tilmeldingarfreistin at melda til antin ítróttarrás ella almannarás er sunnukvøldið 24. november á midnátt.

Tekstur: Neli Heldarskarð


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.